Matteus 8,14-22

 

Teksturin í dag er Matteus 8,14-22

Torleif Johannesen lesur.

v14 Og tá ið Jesus kom inn við hús hjá Pæturi, sá hann vermóður hansara liggja sjúka av hitasótt. v15 Og hann nam við hond hennara, og hitasóttin fór av henni; og hon fór upp og borðreiddi fyri honum. v16 Men tá ið komið var at kvøldi, bóru tey til hansara mong, ið vóru plágað av illum andum; og hann rak út andarnar við einum orði; og øllum teimum, ið høvdu ilt, hjálpti hann, v17 at tað skuldi ganga út, ið talað er av Jesaja profeti, tá ið hann sigur: «Hann tók ilskur várar, og sjúkur várar bar hann.» v18 Men tá ið Jesus sá stórar mannamúgvur rundan um seg, beyð hann, at teir skuldu fara yvir um hinumegin. v19 Og har kom fram ein skriftlærdur og segði við hann: «Meistari, eg vil fylgja tær, hvar tú so fert.» v20 Og Jesus sigur við hann: «Revar eiga holur, og reiður eiga himmalsins fuglar; men menniskjusonurin eigur ikki tað, sum hann kann halla høvur sítt at.» v21 Og ein annar av lærusveinunum segði við hann: «Harri, lova mær fyrst at fara og jarða faðir mín.» v22 Men Jesus segði við hann: «Fylg tú mær, og lat tey deyðu jarða síni deyðu!»