Matteus 9,1-8

 

Teksturin í dag er Matteus 9,1-8

Torleif Johannesen lesur.

v1 Og hann steig inn í bátin og fór yvirum og kom til sína egnu bygd. v2 Og sí, teir komu berandi til hansara við einum giktsjúkum manni, ið lá í eini song. Og tá ið Jesus sá trúgv teirra, segði hann við hin giktsjúka: «Sonur mín, hav tú gott treysti, syndir tínar eru tær fyrigivnar.» v3 Og sí, nakrir av teimum skriftlærdu hugsaðu við sær sjálvum: «Hesin maðurin spottar Guð.» v4 Og tá ið Jesus sá hugsan teirra, segði hann: «Hví hugsa tit ilt í hjørtum tykkara? v5 Tí hvat er lættari at siga: «Syndir tínar eru tær fyrigivnar,» ella at siga. «Statt upp og gakk?» v6 Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørð til at fyrigeva syndir» – tá sigur hann við hin giktsjúka: – «Statt upp, tak song tína og far heim til húsa!» v7 Og hann stóð upp og fór heim til sín sjálvs. v8 Men tá ið mannamúgvurnar sóu hetta, óttaðust tær og prísaðu Guði, sum hevði givið monnum slíkt vald.