Matteus 9,18-26

 

Teksturin í dag er Matteus 9,18-26

Jørgen Andreasen lesur.

v18 Meðan hann talaði hetta til teirra, sí, tá kom ein forstøðumaður og fell niður fyri honum og segði: «Dóttir mín er beint nú deyð; men kom og legg hond tína á hana, so livnar hon upp aftur.» v19 Og Jesus reisti seg upp og fór við honum og lærusveinar hansara. v20 Og sí, ein kona, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, kom til hansara aftanífrá og nam við faldin á kappa hansara. v21 Tí at hon hugsaði við sær sjálvari: «Fái eg eina nomið við kappa hansara, so verði eg frísk.» v22 Men hann vendi sær á, og tá ið hann sá hana, segði hann: «Hav tú gott treysti, dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg.» Og konan varð frísk frá teirri somu stund. v23 Og tá ið Jesus kom inn í húsini hjá forstøðumanninum og sá har spælimenninar og eina mongd av fólki, ið grótu og illa lótu, segði hann: v24 «Farið tykkara veg, tí at gentan er ikki deyð, men hon svevur!» Og tey læðu at honum. v25 Men tá ið fólkamongdin var koyrd út, fór hann innar og tók í hondina á henni, og gentan reisti seg upp. v26 Og hesi tíðindi komu út um alt landið har um vegir.