Mattues 26,14-19

 

Teksturin í dag er Matteus 26,14-19

Ólavur Jacobsen lesur.

v14 Tá fór ein av teimum tólv, hann, ið var nevndur Judas Iskarjot, til høvuðsprestarnar v15 og segði: «Hvat vilja tit geva mær afturfyri, so skal eg fáa hann givnan upp í tykkara hendur?» Men teir flýddu honum tríati seklar (t.e. silvurdálar). v16 Og eftir ta løtu royndi hann at finna eina lagaliga stund til at svíkja hann. v17 Men á fyrsta degi hinna ósúrgaðu breyðanna komu lærusveinarnir til Jesus og søgdu: «Hvar vilt tú, at vit skulu gera alt til reiðar til tín at eta páskalambið?» v18 Men hann segði: «Farið inn í staðin til tann mannin, tit vita, og sigið við hann: «Meistarin sigur: Mín tími er í nánd; hjá tær vil eg halda páskir saman við lærusveinum mínum.»» v19 Og lærusveinarnir gjørdu, sum Jesus bað teir, og teir gjørdu páskalambið til.