Meðan vit eru í tjaldbúðini

Skrivað: C. Bartholdy
Týtt: Henry D. Joensen

“Ja, meðan vit eru í tjaldbúðini…” (2 Kor 5,4)

Um vit virðismeta bygningin sum eitt tjald, so er hann veikur og skirvin. Mett á tann hátt er myndin væl vald av likami okkara. Áh, lítið skal til at broyta okkara stolta sjálvsálit at einum gremjandi vesalingi, sum til dømis “áh, henda giktin, nú kom hon aftur. Okkurt má gerast! Svav lítið og einki síðstu nátt.” Hetta gramdi ein eldri maður seg um nú ein morgun, vit hittust. “Legg hana yvir á Gud og far síðan til lækna tín!” sigi eg. Hann vendi sær á og fór sína leið. Hann tordi hvørki. Hetta sýnir menniskjans tvørlyndi.

Paulus livdi altíð í deyðavanda. Tað vóru kor ápostlanna. Meðan vit eru í tjaldbúðini, møðast vit og stynja. Vit falla tó ikki í fátt. Hann veit nevniliga, “at  trongd okkara er stokkut og lætt og virkar okkum út um alt mark og mát eina æviga tyngd av dýrd” (2 Kor 4,17).

Ápostulin endurtekur hetta við, at vit falla tó ikki í fátt, so ofta, at vit skilja, at tað mangan hevur verið um reppið. Tað stendur á hjá okkum øllum, jú, vit, sum eru heima í tjaldi likamsins, suffa mangan undir eini tyngd, tí vit vilja ikki avklæðast. Tað eru vit inniliga ímóti, at síggja okkara likam forfarast. Higar til dags hava likam og sál hildið saman í so mong ár. Tað nívir, at tveir góðir vinir skulu skiljast at. Hvussu hevur ikki verið fjálgað og prýtt um hetta likam við stimbrandi føði?

Men nakað stórt og ófatiligt bíðar einum: “tað forgongiliga verður ílatið óforgongiligleika, og tað deyðiliga verður klætt í ódeyðiligleika” (1 Kor 15,53).

So latið okkum venja okkum at siga hesi orðini uppaftur fyri okkum: “tí falla vit ikki í fátt og vilja fara úr likaminum og síðan vera heima hjá Harranum.”

Dagarnir koma og líða so brátt,

lær okkum tíman at nýta,

so at vit vinna við ævinnar gátt

skrúðið hitt skínandi hvíta.

Signa tú dagin og náttina við,

og ver tú altíð við okkara lið.

Lat okkum trygt á teg líta.

(SB 28,3)