Meinigheitir, sum byggja sambond millum ættarliðini
“Hetta er boð mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og eg havi elskað tykkum. ”
Jóh.15,12
Hvørjar eru fruktirnar í meinigheitum, sum byggja sambond millum ættarliðini? Tær eru, at fólk støðast. Annars hoyrir tú, at ungdómar rýma úr meinigheitunum. Sagt verður, at um ein tannáringur kennir 5 vaksin fólk í meinigheitini umframt foreldur síni, og at tey vaksnu vita navn teirra, hvørjum flokki tey ganga í, heilsa upp á tey, so er størri møguleiki fyri, at tey verða verandi í meinigheitini. Men eisini eftir at tey eru flutt, hava tey eitt samband til meinigheitina, sum merkir, at her hoyra tey til, og tað vilja tey hava.
Eg hugsi, at tað sama geldur hjá smábarnaforeldrum og vaksnum í 40–árunum. Um onkur kennir tey, so verða tey verandi. Á tann hátt festir trúgvin seg frá einum ættarliði til tað næsta. Samband má verða út um møtikaffi til kaffi heima við køksborðið. Men sambandið byrjar kanska við møtikaffi. Gransking vísir, at samband er grundin til, at fleiri støðast. Í krevjandi tíðarskeiðum í lívinum eru tað kanska mong, sum ikki ganga á møti. Men av tí eina sambandinum, ella av teimum fimm, koma tey aftur. Tí tað eru nøkur, „sum kenna meg har“.
Effie Campbell umsetti.