Minnist til … forteljið øllum …?

Skrivað: Jaspur Langaard

"Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.»" (Matt 28, 20b )

Beint áðrenn eg rann út gjøgnum hurðina, rópti eg inn til teirra at minnast til, hvat eg segði við tykkum. Kenna tit tykkum aftur í hesum, vit skulu skunda okkum, og beint áðrenn vit fóru út gjøgnum hurðina, skuldu vit tryggja okkum, at tey mintust boðini.

Nakað soleiðis má Jesus hava hugsað, beint áðrenn hann fór heim – “Tað var líka eitt afturat, forteljið øllum um meg, eg eri við tykkum, líka til vit møtast aftur.”

Vit lesa ikki meir í Matteus, hvat hendi eftir hetta. Jesus sigur beint undan hetta í ørindi 18: Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Jesus er ikki longur deyður, hann er uppstaðin, og hetta mugu menniskju fáa at vita, soleiðis at tey kunnu taka við trúgv.

Hetta var ein trupul uppgáva, lærusveinarnir fingu hesa løtuna. Jesus lovaði, at hann skuldi vera við teimum. Í Ápostlasøguni 1,8a lesa vit: Men tit skulu fáa kraft, tá ið Heilagur Andi kemur yvir tykkum.

Hetta var ein uppgáva og ein ábyrgd, sum eisini áliggur okkum, sum í dag hava tikið ímóti Jesusi. Uppgávan er greið, boðskapurin skal út til øll, og tá hevur Jesus lovað, at hann skal koma aftur eftir okkum. Í Matteus 24, 14 lesa vit: Og hesin gleðiboðskapurin um ríkið skal verða boðaður um allan heimin til vitnisburðar fyri øllum fólkasløgunum; og tá skal endin koma.

Hetta er eisini tann bønin við biðja í Faðir vár í Matteus 6, 10a: komi ríki títt – okkara bøn er, at menniskju skulu geva sítt lív til Jesus, og at Jesus skal koma aftur, at taka síni børn heim til sín.