Náði og friður

– Til øll hini elskaðu Guds, sum í Róm eru, kallað, heiløg: Náði veri við tykkum, og friður frá Gudi, Faðir okkara, og Harranum Jesusi Kristi!
Rom.1,7

 

Soleiðis byrjar Paulus brøv síni. Náði og friður veri við tykkum. Friður er eingin í hjartanum uttan við Guds náði. Guds friður, tað er syndanna fyrigeving, Guds náðigáva til okkum við Harra okkara, Jesusi Kristi. Soleiðis byrjar Paulus brøv síni við orðinum: Náði veri við tykkum og friður frá Gudi. Og hann endar tey: Náði veri við tykkum.

Tí, tá ið eg eri visur í Guds náði, havi eg frið í hjartanum, havi eg frið, um eg livi ella doyggi. Soleiðis elskaði Gud heimin, at hann gav son sín, tann einborna, fyri at hvør tann, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.

Náðin er Guds Faðirs. Av síni stór náði gav Hann son sín fyri at frelsa okkum. Guds sonur forlíkaði okkum við Gud við sínum blóði, tá ið hann leið krossdeyðan fyri okkara syndir; við honum hava vit syndanna fyrigeving. Við honum hava vit frið. Tá ið lívsdagurin fer at halla, og náttin kemur, tá ið eingin kann arbeiða, tá samla allir spurningar seg í henda eina: Eri eg vissur um og vissur í Guds náði við Jesusi Kristi, Harra okkara? Hvat byggja vit nú hesa vissu um Guds náði og frið á? Vit byggja hana á Orðið, tað æviga og óbroytiliga Guds orð. Guds orði mugu vit trúgva, tað mugu vit líta fult og heilt á, og Orðið er Kristus sjálvur, tann krossfesti og aftur upprisni. Hetta orðið er givið til okkum øll, fyri at vit øll skulu verða sæl av náði.

Men tað eru menniskju, sum halda seg ikki hava brúk fyri hesi náði, venda Jesusi bakið og vilja einki hava við hann at gera. Slík menniskju vita ikki sítt egna besta, og vit kunnu hjálpa teimum við at biðja fyri teimum. Tá ið eitt menniskja stendur uttanfyri Guds ríki, og uttan trúgv, er eingin troyst á tí degi, tá ið sorgin kemur. Alt verður uttan meining. Men eiga vit trúnna á Gud Faðir, Guds son og tann Heilaga Anda við fyrigeving syndanna, uppreisn likamsins og tí æviga lívinum, síggja vit ljós hinumegin ta myrku grøv og deyðan, og fram til uppreisnina, tá ið Harrin kemur aftur, og øll tey deyðu skulu rísa upp aftur. Tá hava vit troyst í hesi vónini um uppreisn og ævigt lív. Vit skiljast ikki med alla, men skulu møtast aftur. Ein lukka er tað fyri eitt menniskja at hava sett sítt álit til Guds, at tora at siga av hjarta: Av Guds stóru náði eri eg frelstur, og annaðhvørt eg livi ella doyggi, so hoyri eg Harranum til.

Lukkuligt tað menniskja, sum kann doyggja í friði og í fullum og heilum áliti á Harran bara bíða eftir, at Harrin skal taka ein heim – leingist eftir at verða heimkallaður.
Poul Jacobsen