Aftur til forsíðu

Netsamband í heimsflokki

Netsamband í heimsflokki

Skrivað: Ólavur Øre Hansen

Í Føroyum hava vit eitt av heimsins bestu tráðleysu netsambondum. Tí tað er jú altíð alneyuðugt at vera “on”.

Um vit sita í bíðirúmi, í bussi ella eru til handils, síggjast fólk við fartelefonini í hondini, sum eru á netinum. Tað er vorðið ein neyðturviligur partur av okkara gerandisdegi at hava netsamband, har vit eru. Tí tað er har, vit lættast leita okkum vitan og hjálp í gerandisdegnum. Nógv okkara klára okkum ikki uttan tráðleysa netsambandið.

Tó er eitt netsamband, sum er betri enn tráðleysa netsambandið í Føroyum. Við hesum netsambandi  er ikki tørvur á at krøkja seg á umvegis fartelefon. Nei, har er beinleiðis samband, Tú ert altíð “on”. Bønarinnar vegur er altíð opin. Hetta sambandið hevur nógv størri týdning enn nakað annað samband.

Bønin átti at verið tað mest neyðturviliga sambandið hjá okkum. Mótvegis einum av heimsins bestu netsambondum, so er bønarinnar vegur ikki okkara leitan eftir Jesusi, men tað er at loyva Jesusi inn til okkum. Inn í okkara lív, til tað, vit stríðast við ella stúra fyri.

Hevur tú lovað Jesusi inn til tað, tú stríðist við í dag?

”Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær” (Opb 3,20).

A+