Nýt lógina á rættan hátt
“Men vit vita, at lógin er góð, um einhvør nýtir hana á lógligan hátt” (1 Tim 1, 8).
Sum trúgvandi í einum alt meira verðsligum heimi møta vit til tíðir spurninginum, um vit veruliga kunnu vera samd í øllum tí, sum stendur í Bíbliuni. Vit kunnu verða spurd: “Hvat við øllum tí við lóg og revsing, sum stendur í Gamla Testamenti?”
Bíbliunnar læra um lóg og revsing er als ikki í tráð við tíðarandan, og tí kann tað gerast freistandi at aftra seg við at tala um dóm og revsing, bæði hjá prestum og trúboðarum eins væl og hjá leikfólki. Men hesin boðskapur er neyðugur at bera fram, tí boðanin um náði og frelsu í Jesusi Kristi er í Bíbliuni óloysandi tengd at læruni um lóg og revsing fyri syndarar.
Eitt gott dømi, um at kristin boðan bæði inniheldur boðan um lóg og boðan um evangelium, er Rómverjabrævið 6, 23: “Tí at løn syndarinnar er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív í Kristi Jesusi, harra okkara”.
Tað er umráðandi, at vit nýta lógina á rættan hátt. Vit skulu ikki aftra okkum við at tala um, at løn syndarinnar er dómur og revsing, tí tað er júst á henda hátt, at vit koma at síggja, at okkum tørvar evangeliið – at okkum tørvar náðina, sum bert er at finna í Jesusi Kristi.
Lógin leiðir okkum til Kristus! Bert tá lógin hevur rannsakað okkum og víst okkum á okkara ófullkomuleika, kunnu vit koma tómhent til Kristus, og tá vil hann geva okkum alt.