Okkara trúgv og vón má hava jarðfesti í kærleikans gerningum móti okkara næsta

Skrivað: Rúni Hentze

Kristindómurin byggir á tríggjar grundsúlur: Trúgv, vón og kærleika. Trúgvin og vónin kunnu fremjast á ein oydnari oyggj ella í einum einbýli í oyðimørkini, men tað kann kærleikin ikki, hevur onkur so væl sagt. Og satt er tað, tí kærleikin virkar bert í felagsskapi, kærleikin heldur okkum í samband við onnur menniskju. Tí er bíbliulesnaður og andaligt djúphugsni ikki nóg mikið til eitt fruktagott andaligt lív. Kærleikin til kristnar systrar og brøður og medmenniskju uttan fyri samkomuna hoyrir eisini við.

Tað er umráðandi fyri tey av okkum, sum leggja stóran dent á tær vitbornu og andaligu síðurnar í kristindóminum, at hava hetta við í mentu. Okkara trúgv og vón má hava jarðfesti í kærleikans gerningum móti okkara næsta.