Okkum við ein stjørna leiðir

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Mongd av kamelum skal fjala teg, kamelfolar úr Midian og Efa; allir skulu teir koma úr Sába, gull og roykilsi skulu teir bera, og lov Harrans skulu teir kunngera” (Jes 60,6).

Tað blívur við at hugtaka fjøldir av fólki, at Guds trónarvingi varð føddur í einum fjósi. Har stóðu eingin spent tíðindafólk og myndafólk uttanfyri, har var eingin tíðindafundur beint aftaná, har komu eingir mætir og kongaligar gestir úr øðrum londum at vitja, og gallaklæddir hermenn skutu ikki fagnaðarskot við aldargomlum kanónum.

Men ein stór skínandi stjørna vísti seg á himmalhválvinum, og hon leiddi vísmenn úr Eysturlondum til konganna kong. Og teir høvdu dýrar gávur við, sum tað sømdi seg at geva einum trónarvinga.

“… stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk framman undan teimum, líka til hon kom og stóð uppi yvir har, sum barnið var. Men tá ið teir sóu stjørnuna, vórðu teir heilt avbera glaðir. Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru” (Matt 2,9b-11).

Hóast vesala føðistovu vistu hesir vísu menn, at hetta barnið var sjálvur skaparans trónarvingi.

Grundtvig syngur:

Okkum við ein stjørna leiðir,
okkum lívsins gøtu greiðir,
so vit finna Jesus Krist.

Okkara leiðarstjørna er Bíblian, Guds egna orð. Tá vit lesa í henni og lurta eftir henni, kunnu vit finna Jesus.

 

(Andaktin er skriva við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994)