Ormurin – slangan

”Tá mælti Harrin Guð við ormin: »Fyri at tú gjørdi hetta, skalt tú verða bannaður millum allan fenaðin og millum øll djór á markini; á búki tínum skalt tú skríða og eta mold allar ævidagar tínar! ”
1.Mós.3,14

 

 

Bíblian greiðir frá, at djevulin opinberaði seg gjøgnum slanguna og villleiddu Ádam og Evu og førdi tey til fals. Vit kunnu tá týðiliga lesa út frá Bíbliuni, at slangan upprunaliga var skapað við fótum, tí tá Gud bannar slanguna vegna tað, hon hevur gjørt, ljóða orð Harrans frá 1.Mós.3,14 í erva.

 

Nú hava ísraelskir vísindamenn og fornfrøðingar funnið prógv fyri, at slangan veruliga hevur havt føtur í byrjanini, so sum Bíblian bendir á. Bíblian er lýtaleys í øllum lutum. George Haas, professari, sáli, fann fyri umleið 25 árum síðani tríggjar elligamlar steinrunnar slangur niðri í einum grótbroti við Ein Yabrud við Ramallah, norðan fyri Jerúsalem.

 

Nú hevur ein vísindaligur arbeiðsbólkur úr ”Silberman Institute of Life Science” funnið, at hesar slangurnar høvdu tvey smá anatomisk heilt fullkomin afturbein, skrivar ”Jerusalem Post”.

Slangusteinrenningarnar úr grótbrotinum í Ein Yabrud – sum eru tær mest fullfíggjaðu og best varðveittu slangusteinrenningar i heiminum – eru nú vorðnar ein partur av samlingini av steinrenningum í ”Tí hebraiska universitetinum í Jerúsalem”.

 

Her sæst týðiliga, at slangan upprunaliga hevði føtur, soleiðis sum 1.Mós.3,14 sigur. Enn einaferð vísir tað seg, at Bíblian altíð hevur rætt, eisini í smálutum.

 

Men Bíblian hevur eisini ein profeti um slanguna í framtíðini, har sagt verður, at slangan ikki skal vera vandamikil og eitrandi longur. Tað skal henda, tá ið Jesus kemur aftur og setir á stovn sítt Friðarríki á jørð í túsund ár. Tá skal hetta fara fram sambært Jesaja 11, 8-9. ”Bróstabarnið skal spæla við holuna hjá høggorminum, og barnið, sum beint er avvant, skal stinga hond sína inn í holið hjá basiliskinum. Á øllum mínum heilaga fjalli skulu menn einki ilt gera og ongan skaða valda, tí at jørðin er full av kunnleika Harrans, eins og vatnið fjalir havsins botn. ”

 

Flestu vísindamenn, sum trúgva Bíbliuni, siga, at jørðin var umgyrd av einum vatnringi(á hebraiskum: Tehom), sum vardi menniskju, djór og plantur móti oyðileggjandi strálum úr rúmdini. Tí livdu menniskju í næstan 1000 ár fyri Flóðina miklu á Nóa døgum. Eisini gjørdust einstakar plantur og djórasløg nógv nógv størri enn í dag.

 

Men tá ið Flóðin mikla kom, ”brast” hesin vatnringur (1.Mós.7,11-12), sum kallast Tehom, á føroyskum ljóðar tað ”Á sætta hundraðasta aldursári Nóa, á seytjanda degi í øðrum mánaði, á tí degi opnaðust keldur hins mikla frumhavs, og allar lúkur himinsins fóru frá. Og glopraregnið dundi yvir jørðina í fjøruti dagar og fjøruti nætur. ” Tá kom ringrásin við ælaboganum í gongd, so sum vit hava tað í dag, og tær geislavirknu strálurnar fingu størri niðurbrótandi megi, tá ið vatnringurin(Tehom) ikki longur vardí klótuna. Tá fall livialdurin eisini ógvisligt.

 

Mangir vísindamenn halda, at áðrenn Flóðina miklu var tað atmosferiska trýstið tvífaldað, og súrevnis-uppgerðin trífaldað. Vísindaligar royndir eru gjørdar í slíkari atmosferu á tí víðgitna Texas A&M University og av Dr. Carl Baugh á Creation Evidence Museum í Glen Rose, Texas.

 

Teir hava nú prógvað, at opin sár grógva fleiri ferðir skjótari aftur enn í okkara atmosferu. Á vári 1997 vitjaði eg Dr. Baugh í Glen Rose, har hann hevur bygt heimsins fyrsta hyperbariska biosfera tanga við somu atmosferu og sovorðnum trýsti, sum teir halda, jørðin hevði undan Flóðini miklu.

 

Hann er nú komin fram til, at í slíkari biosferu er livialdurin hjá fruktfluguni vorðin trífaldaður, og piranafiskar eru vorðnir dupult so stórir sum vanligt.

 

Men tey tíðindini, sum vekja størstan ans, eru, at eitrið hjá slanguni verður broytt í sínum mýlum(molekylum) soleiðis, at slangueitrið ikki longur er eitrandi í sovorðnari biosferu, sum var undan Flóðini miklu. Tær somu royndir vóru eisini gjørdar á heimsgitna Texas A&M University.

 

Tá ið eiturormar liva í sovorðnari biosferu, so kann ”bróstabarnið spæla við holuna hjá høggorminum, og barnið, sum beint er avvant, stinga hond sína í holið hjá basiliskinum” uttan at nakað ilt hendir, soleiðis sum Bíblian profeterar, at tað skal verða í Túsundáraríkinum í Jesaja 11,8-9.

Stykkið omanfyri havi eg tikið úr einum norskum blaði; men nakað herfyri var eg við einum flokki og vitjaði ”Vaktar- & Bjargingartænastuna”. Niðri í kjallaranum hava tey eina maskinu, sum kavarar fara í, tá ið teir koma ov brádliga upp frá stórum dýpum. So verður líka nógv trýst sett til, sum teir fingu, tá ið teir vóru niðri í sjónum.

 

Trýstið verður so líðandi minkað; tað kann taka einar 8 tímar. Lækni og sjúkrasystir eru altíð við inni í hesi maskinu, sum líkist nógv einum oljutanga. Eitt, teir hava lagt merki til, er, at sár grógva ómetaliga skjótt aftur, um tú hevur verið í hesi maskinu.

Troens Bevis. E.Campbell umsetti