Pápi hevur goldið fyri okkum

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Troystið, troystið fólk mítt! sigur Gud tykkara. Talið blídliga til Jerúsalem og boðið henni, at stríð hennara er á enda, at sekt hennara er goldin, at hon hevur fingið tvífalt av Harrans hond fyri allar syndir sínar” (Jes 40,1-2).

Minnist tú, hvussu tað var at verða troystað/ur, tá tú var barn? Tú datt, var bangin fyri onkrum, ella hevði kanska mist mammu ella pápa burtur, men so varð tú troystað/ur. Ein, ið var sterkari ella klókari enn tú, tók um teg, yvirtók ábyrgdina fyri tínum trupulleika og fekk teg at kenna teg trygga/n.

Í versunum omanfyri fyriboðar Jesaja profetur í grundini jólaboðskapin. At menniskjað kann lætna um hjartað aftur, tí nú er stríðið av. Jesus hevur goldið sekt okkara fyri okkum. Ja, vit hava enntá fingið tvífalt av hansara hond!

Tað er eins og tá tú hevur brotið bilin hjá pápa tínum, og hann er ógvuliga illur. Men so kemur hann og sigur, at bilurin er umvældur, hann hevur sjálvur goldið rokningina fyri umvælingina, bilurin er í allarbesta standi aftur og tú sleppur enntá at læna bilin aftur! – Eg eri ikki illur longur, eg elski teg!

Tað er hetta, vit kunnu gleðast um á jólum – og alt árið! Gud sjálvur troystar okkum við, at hann er ikki illur longur, tí Jesus hevur goldið fult fyri okkara brot móti Gudi og næsta okkara! Hann er “Gud allar troystar”! (2 Kor 1,3). Tí kom hann.

 

(Andaktin er skriva við íblástri frá adventsandaktsbókini “Mens vi venter…” eftir Ditte Mortensen, Lohses Forlag 1994)