Páskirnar eru lidnar, men hvat nú?

Skrivað: Hans Kristian Justesen

Enn ein páskahátíð er farin aftur um bak, og gerandisdagurin er byrjaður aftur. Tað man vera ymiskt, hvat vit brúktu páskadagarnar til. Á páskum er ofta nógv av øllum: Nógvur matur, nógv andlig tiltøk, nógvur ítróttur og nógv samvera við familju og næstingum. Tó eru tað ikki øll, sum uppliva allar hesar stóru mongdirnar av bæði einum og øðrum. Fleiri okkara millum sita tíverri einsamøll, antin tí at tey ikki hava so stóran felagsskap rundan um seg, ella tí at tey innast inni rætt og slætt kenna seg einsamøll!

Alla páskavikuna hava vit hoyrt, hvussu Judas sveik Jesus við einum kossi í Getsemane urtagarði. Vit hava hoyrt um Pætur, sum vildi verja Jesus og sveiggjaði við svørðinum og rakti oyrað á Malkusi. Jesus grøðir oyrað á Malkusi og hevur síðani at Pæturi og sigur við hann, at allir, sum taka til svørðs, skulu falla fyri svørði. Um Jesus ikki av egnum vilja vildi lata teir taka seg, so kundi hann lættliga sent boð eftir fleiri túsund einglum, sum kundu komið honum til hjálpar.

Vit hava hoyrt um ta órættvísu rættargongdina. Vit hava hoyrt um, hvussu tann uppøsta mannamúgvan kravdi at fáa ránsmannin Barabbas leyslatnan heldur enn tann rættvísa Jesus.

Vit hava hoyrt um vegin út á Golgata; tey seinastu orðini hjá Jesusi á krossinum: Tað er fullgjørt! Jesus doyr, men deyðin kláraði ikki at halda honum. Páskamorgun reis hann uppaftur og er nú farin heim at fyrireika okkum ein stað har heima – øllum teimum, sum koma til Jesus við síni synd og feilum, biðja um fyrigeving og trúgva og líta á, at Jesu verk á Golgata var gjørt fyri teg.

Ígjøgnum Jesu krossdeyða kom Gud sjálvur til okkara og bar okkara trupulleikar. Hann var alt annað enn fráverandi! Hann kom sjálvur ígjøgnum. Jesus bar og smakkaði okkara trupulleikar, okkara stúranir, okkara einsemi, okkara sjúkdómar, okkara kvalir, ja, alla okkara neyð og vesaldømi.

Páskahátíðin er nú av á hesum sinni, men hvat nú? Hvat situr tú eftir við? Bara eitt sindur av ringari samvitsku yvir tey eyka kilo’ini, sum tú hevur tikið uppá ella hvussu er við sjálvum páskaboðskapinum, er hann vorðin livandi og persónligur fyri tær?

Kanna meg, Gud, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin! (Sl 139,23-24).