Peningur er ikki alt
”Tí hvat gagnar tað manni at vinna allan heimin og bøta afturfyri við sál síni? ”
Markus 8,36
Ungur ríkmaður í London fekk nakkrakrampa. Læknin kom og kannaði hann og fann fram til, at bruni var í heilahindini, og at um tríggjar tímar var alt yvirstaðið.
”Tað er mær tungt at siga,” segði læknin, ”men eg standi hjálparleysur.”
”Lækni,” segði hin sjúki, ”kunnu tygum halda meg livandi til í morgin, so lovi eg tygum 100.000 pund.”
Læknin hugdi at hinum sjúka og svaraði: ”Eg kann skriva resept og fyriskipa medisin, men tíðina kann eg ikki selja, hon er í Guds hond.”
So er tað altso okkurt, sum ikki kann keypast fyri pening, og tað er gott! Ofta verður sagt, at pengar skapa ikki lukku, men ofta er tað bert eitt orðafelli. Pengar geva góð hús, bil og allar ymiskar hentleikar, sum vert er at geva gætur, men pengar hava sína avmarkan, og tað er gott!
Nógv fæst fyri pengar, men ikki heilsan, ja, fyri 100.000 pund kann lívið ikki leingjast við einum degi. Hvørt einasta oyra liggur eftir her, tá ið vit fara avstað, øðrum kanska til stríð og ósemju.
Er tað lívið um at gera, so eru onnur virði, sum eru avgerandi; tá er tað trúgvin á Jesus Kristus og fyrigeving syndanna í honum, sum er tað einasta, ið ber, bæði í lívi og deyða. Tann, sum eigur hesa ogn, stendur ikki eftir á berum á seinasta degi.
A.J