Rokna við Jesusi í deyðans stund(9:9)

”Og tá ið hann hetta hevði sagt, rópaði hann við harðari rødd: »Lázarus, kom út higar!« ”
Jóh.11,43

Tað er ein løgin tekstur, vit hava fyri okkum í dag, kæru børn. Jóhannes, sum sigur frá, hevur eins og tikið okkum við út á ein lítlan kirkjugarð uttanfyri Betaniu. Nú, tað er kanska ikki so løgið kortini, tí kirkjugarðar eru jú allastaðni. Teir liggja uttan fyri hvørja einastu bygd allastaðni í landi okkara – og í øðrum londum.

Løn syndarinnar er deyði, sigur Guds orð. Og vit hava øll syndað!

Tí er tað soleiðis, og tí standa ofta menniskju og gráta við eina grøv á einum kirkjugarði. Soleiðis var tað eisini henda dagin.

Marta og Maria grótu – eisini Jesus græt, lesa vit. ”Hevði tú verið her, tá var bróðir ikki deyður!” søgdu tær við Jesus. Men nú var ov seint. Tær høvdu annars sent boð til hansara, beinanvegin Lázarus var vorðin sjúkur, men tað mesta av einari viku gekk, áðrenn hann kom – og tað er tað, sum er so løgið!

Hví kom hann ikki fyrr?

Og hesi trý systkini vóru annars av bestu vinum hansara. Ja, sanniliga er tað løgið – men tað er eisini undurfult!

Tí Jesus, sum stendur mitt teirra millum, sigur: ”… »Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; ”

Og hóast Marta mótmælti og segði, at tað vóru fýra dagar síðani, at hann varð jarðaður, vendir Jesus sær brádliga móti grøvini og býður, at steinurin skal takast burtur – og so rópar hann á Lázarus: ”Lázarus, kom út higar!” Og hugsa tær, Lázarus kom út úr grøvini.

Men tað, sum er mest undurfult av øllum undurfullum, er kortini, at hetta ikki bara geldur Lázarus. Ein dag kallar hann tey deyðu fram. Tá skulu øll tey, sum trúgva á Jesus, rísa upp úr grøvini. Tey skulu fáa eitt nýtt likam og um ævir búgva í Guds Paradísi!

Jú, tað er stórt at trúgva á Jesus! Send honum boð! Og minst til: Hann kemur ongantíð ov seint!
Vilhelm Munch. E.Campbell týddi