Sæla býtið

Skrivað: Øssur Kjølbro

“Tí at tit kenna náði várs harra Jesu Krists, at hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, tá ið hann var ríkur, fyri at tit við fátækt hansara skuldu verða ríkir” (2 Kor 8,9).

So einfaldur er gleðiboðskapurin! Jesus Kristus átti alt og livdi í dýrd hjá faðir sínum. Men hann kundi ikki bara hyggja at, at vit vóru fátæk, at vit fórust í okkara egnu misbrotum og uppreistri móti Gudi. Tí gjørdist hann fátækur; hann kom niður til okkum syndarar og gav enntá sítt egna lív og doyði ein eyðmýkjandi deyða – í okkara stað!

Hann býtti um við okkum! Hann tók alt okkara á seg og gav okkum alt sítt! Tann ósigandi ríki gav alt! Fyri at gera okkum fátæku syndarar ósigandi rík!

Hyggi eg at mínum egnu hugsanum, orðum og gerðum, eri eg av fátækastu menniskjum! Men hyggi eg at honum, eri eg ósigandi ríkur! Tí eg eigi alt í honum! O, sæla býtið! Trýrt tú hesum?