Sami andin sum vakti upp Jesus frá deyðum.
“Men um andi hansara, sum vakti upp Jesus frá deyðum, býr í tykkum, tá skal hann, sum vakti upp Krist Jesus frá deyðum, eisini gera livandi deyðiligu likam tykkara fyri anda síns skuld, sum býr í tykkum” (Róm 8,11)
Hetta versið er eitt stórt lyfti til okkum trúgvandi. Eitt lyfti, sum gevur mót og styrki til at halda á. Hvussu stórt er tað ikki, at tann sami andin, og harvið sama kraftin, ið vakti Jesus upp frá deyðum býr í okkum? Hetta er ein sera stór kraft. Eingin annar uttan Gud kann gera so stór undurverk. Tað er fantastiskt, at Gud skoytir um at búgva í okkum og gera livandi deyðiligu likam okkara. Vit, sum eru so stórir syndarar og venda Gudi bakið við okkara egna syndiga anda. Men Guds andi er sterkari enn okkara andi. Tí kunnu vit liva eitt sigrandi kristilív, um vit geva Gudi loyvi at hjálpa og mynda okkum. Hetta ger okkum sterk, tó at vit kenna okkum veik í okkum sjálvum. Tá alt tykist trupult, og freistingar herja á teg, ið hevur sett títt álit á Gud, minst so til at sami andin, sum vakti Jesus upp frá deyðum býr í tær. Hetta er alt tær tørvar.