Sí, tað Guds lambið.

“Dagin eftir sær hann Jesus koma til sín og sigur: »Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins! ”
Joh. 1, 29

 

Martin Luther.

Sí, tað Guds lambið, sum ber synd heimsins. Gud sigur: “Eg veit, at syndir tínar eru alt ov tungar hjá tær at bera. Hygg, tí vil eg leggja tær yvir á mítt lamb og taka tær burtur frá tær. Trúgv bara hesum! Tí tá ið tú gert tað, so ert tú fríur frá syndini. Syndin hevur bara tvey støð, har hon kann vera: Annaðhvørt er hon hjá tær og liggur um hálsin á tær, ella eisini liggur hon á Kristusi, Gudslambinum. Liggur hon nú á tínum ryggi, ert tú glataður; men tá ið hon hvílir á Kristusi, so ert tú fríur frá henni og verður sælur.

 

Vel nú, hvat tú vilt! Sambært lóg og rætti átti tað at verið so, at syndin bleiv hjá tær. Men av náði er hon vorðin blakað á Kristus, Lambið.

E. Campbell umsetti