Síðsta útberingin

”og teir skulu slætta teg við jørðina og børn tíni í tær og ikki lata stein eftir á steini í tær, av teirri søk at tú ikki kendi vitjunartíð tína.« ”
Luk.19,44

 

Tað var ein kaldan vetrarmorgun, nakað av kava var niðurkomið um náttina. Ein trúgvur Harrans tænari var farin tíðliga upp at lesa Guds Orð og biðja fyri teimum mongu uppgávunum henda nýggja dagin. Meðan hann bað, ljóðaði ein still rødd innan í honum. Hon segði, at hann henda morgunin skuldi minna postboðið á Guds frelsandi kærleika í Jesusi Kristi.

Tá ið hann seinni hoyrdi brøv og annað dumsa inn ígjøgnum brævarivuna, tók hann beinanvegin einar tvær traktatir og kvikaði sær út í tann kalda kavan at geva postboðnum tær við einum blídligum: Góðan morgun. Hóast tað var hálvmyrkt, hómaði hann hitt spyrjandi andlitsbragdið á postboðnum. Hetta kom púra óvart á postboðið.

Um døgurðatíð kom postbilurin við pakkum, og fyrsta hugsanin hjá hesum trúfasta tænara var, at bilstjórin eisini skuldi fáa eina lítla heilsan við á vegnum. Men bilstjórin segði nei takk, meðan hann greiddi frá, at postboðið, sum um morgunin hevði fingið traktatina, var dottin deyður niður á posthúsinum, raktur av hjartaslagi. Tað var skelkandi og ringt at trúgva. Postboðið var maður í bestu árum, og nú var hann knappliga deyður. Men tað var satt, og Gud visti, at hesin dagurin var hansara síðsti, og tí vildi hann geva honum ein møguleika at venda sær til Jesusar og verða frelstur.

Henda hendingin sigur okkum, hvussu stóran týdning tað hevur at vera lýðin, tá ið Gud talar. Og Hann talar til okkara at vera til reiðar, tá ið Harrin kallar til umvending og frelsu. Hví drála við tí týdningarmesta í lívinum til síðstu løtu? Tað kann gerast ov seint!

Kæri vinur, hvussu hevur tú tað við Jesusi? Hevur tú í trúgv tikið ímóti honum og upplivað, at tað er satt, tá ið Bíblian sigur: ”Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara, ” Jóh.1,12
”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív. ” Jóh.3,16

Tí, tá ið Gud í dag kallar á teg gjøgnum hetta stykkið, tá forherða ikki hjarta títt; tí: ”Tí at hann sigur: »Á gævustund bønhoyrdi eg teg, og á frelsudegi hjálpti eg tær.« Sí, nú er tað ein sonn gævustund, sí, nú er tað ein frelsudagur! ” 2.Kor.6,2

Tú veitst ikki, hvussu leingi tú skalt vera á hesi jørð. Postboðið grunaði ikki, at hetta var síðsti dagur hansara. Og soleiðis gongst hjá mongum menniskjum. Tey halda, at tey hava ovmikið av tíð, men knappliga fær deyðin tey aftur.

Lat ikki henda dagin koma at enda, uttan at tú fært gjørt upp við Gud, sum elskar teg so høgt, at Hann læt son sín doyggja á krossinum, eisini fyri teg.

Hetta er eingin spurningur um fyrst at gerast ein betri menniskja, ella at ganga meira í kirkju, ella at gera góðar gerningar. Men hetta er ein spurningur um at koma til Jesus, sum tú ert. Hann vil ongantíð reka teg burtur.

Hvør veit at siga tíð og stund,
tá eyga leggjast skal í blund
og ikki opnast aftur her,
tí kaldi deyði komin er?

Kom, vinur, kom, kom vinur, kom
og kasta teg í Jesu favn,
tí bara trúgv á krossins verk
teg føra skal í himmalhavn!
E.Campbell umsetti