Sig „Gud vælsigni teg“

”Tá ið teir soleiðis leggja navn mítt á Ísraelsmenn, skal eg vælsigna teir.« ”

4.Mós. 6,27.

 

 

„Legg navn mítt á ísaelsmenn, so skal eg vælsigna teir.“ Guds orð er sprenfult av lívi, vísdómi, sannleika, kraft og av ónýttum møguleikum. Tá ið Hann skapaði heimin, segði Hann heilt einfalt: „Verði …“ Hvørt orð Hann sigur – hevur í sær megina at skapa tað, Hann sigur. Hvørt lyfti, Hann gevur, goymir í sær fræini at uppfylla hetta lyftið. Fræini hava eina fastlagda „árstíð“, har tey bera frukt í lívi tínum, og tá ið tey verða vatnað við álitisfullari bøn, og tú stendur fastur á orði Hansara, meðan tú bíðar eftir Hansara røttu løtu – so kunnu Orð Hansara ikki svíkja.

 

Tá ið tú skilir henda sannleikan, verða orðini „Gud vælsigni teg“ av sonnum ómetaliga sterk! Tá ið vit siga fram hesi orð, verða Guds signingar leyslatnar og loystar niður yvir okkara lív. Tá ið tú sigur: „Gud vælsigni teg,“ stuðlar Gud tær. „Tá ið tú vælsignar … fólk … í mínum navni, vil eg sjálvur vælsigna tey.“ So um tú vilt vælsigna tíni kæru, sig so hesi signingarorðini yvir tey: Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið.“ (Vers 24–26).

 

Um tú spyrt onkran: „Hvussu hevur tú tað?“ so er tað ein fólkalig málbering og vísir, at tú ert umhugsin. Og tá ið tú sigur: „Mítt ynski er, at dagurin má gerast tær góður,“ so meinar tú tað av sonnum. Men tá ið tú sigur „Gud vælsigni teg,“ og skilir bíbilska týdningin av hesum orðunum, kann Guds signing broyta lívið hjá hesum fólki!

„…et Ord til Dagen“ – Effie Campbell umsetti.