Sinnopskornið

Skrivað: Annelisa Rasmussen

“Himmiríkið er líkt einum sinopskorni, sum ein maður tók og sáaði í veltu sína. Tað er væl minni enn øll onnur frækorn; men tá ið tað veksur upp, verður tað størri enn urtirnar og verður til eitt træ, so at himmalsins fuglar koma og byggja reiður í greinunum á tí” (Matt 13,31–32).

Hava tit nakrantíð sæð eitt sinnopsfræ? Tað er so evarska pinkulítið. Jesus samanber sítt ríki við hetta sinnopsfræið. Hvat hendir við tí? Bóndin fer út at sáa fræið í veltuna, fræið er minni enn øll onnur fræ, men tað veksur til eitt stórt træ og til eitt stað, har fuglarnir finna lívd, hvíld og gleði. Gjøgnum hetta líknilsið lærir Jesus okkum at skilja, at í Guds ríki kunnu sjálvt tær minstu gerðirnar (at sáa eitt evarska lítið korn) verða til stóra signing fyri okkum og tey, sum vit eru millum (fuglarnir funnu lívd, hvíld og gleði í trænum).

Gud gevur okkum sín anda, tey evni og gávur, sum okkum tørvar, fyri at vera partur av hansara ætlan at koma honum nærri. Øll, sum trúgva, hava fingið ymiskar gávur, møguleikar og evni at tæna Gudi og øðrum.

”Vit eru Guds verk, og í Jesusi Kristi eru vit skapt til at gera tað góða, sum Gud frammanundan hevur skipað fyri” (Ef 2,10).

Tá ið Gud skapti teg, legði hann eisini til rættis, hvar tú kanst brúka gávurnar, sum hann gav tær. Gud arbeiðir um allan heimin, og hann ynskir, at vit skulu vera partur av at fáa hansara ríki at koma og at fáa hansara vilja at verða. Vit sleppa at vera ein partur av hesum. Tú hevur ein leiklut í øllum hesum.

Bið Gud vísa tær, hvar hann virkar. Bið Gud vísa tær, hvussu tú kanst verða partur av tí, sum hann ger ella ynskir at gera við tær, har tú býrt, í missiónshúsinum, í skúlanum, á arbeiðsplássinum ella aðrastaðni.

Bið Gud vísa tær, hvørji evni og gávur hann hevur givið tær at vera til signing fyri onnur.

Tá ið vit hugsa um hetta lítla sinnopskornið, hvat evarska lítið kanst tú so gera í dag, sum vísir hjartalagið og virðini í Guds ríki? Eitt smíl í rættari løtu, eina hjálpandi hond, eitt jaligt orð her og har; møguleikarnir eru óteljandi.