Skaparin og skaparverkið

 

”Tað var jú eg, sum tilbúði jørðina og skapaði mannaættina, sum á henni býr! Við míni hond eg tandi út himinin og beyð út øllum heri hans. ”
Jes.45,12

Spennandi er, tá ið vísindamenn kanna rúmdina og megna at loysa fleiri av tilverunnar gátum.

Men tað merkir ikki – sum mong tykjast halda – at so er ikki rúm longur fyri Gudi. Slika hugsan fært tú bert, um tú verður gripin av tí øru fatan, at menniskjan er lívsins harri. Tað er hon ikki. Mangan ger hon seg til harra yvir lívinum, men tað er eitt heilt annað mál. Vit freistast til at halda, at vit kunnu gera av, hvat ið er gott og hvat ið er ilt. Vit bróta Guds boð og halda, at tað kunnu vit loyva okkum, um meiriluti er fyri tí.

Men Gud ger okkum greitt, at hann er skapari himins og jarðar. Og hann ræður yvir øllum skaparverkinum. Hann sigur, hvat ið er ilt, og hvat ið er gott, og her kann menniskjan onki broyta. Hon kann spilla lívið hjá øðrum, um hon vil gera svart til hvítt og loyva slíkum, sum er ímóti Guds vilja.

Sama hugmóð ger seg galdandi, har menniskjan heldur, at kirkjan kann vælsigna slíkt, sum Gud sigur nei til. Í slíkum førum svíkur ein bæði seg sjálvan og síni medmenniskju.

Vit játta trúnna á skapara himins og jarðar. Tann trúgvin kann ikki vera orð eina, hon má eisini koma til skjals í takksomum lýdni móti Guds boðum.