Skaparin og vit
”Í fyrstuni skapaði Guð himmalin og jørðina. ”
1.Mós.1,1
Hetta eru fyrstu orðini í Bíbliuni, og tað er ikki av leið, at tikið verður til fyrsta dag heimsins, nú farið er undir eitt nýtt ár av lívi okkara.
Við hesum verður boðað okkum, at skeið heimsins og leið mansins taka við í skapan Guds í upphavi. Hetta er ikki ein vísindalig frágreiðing, sum vit kunnu taka undir við, men ein boðskapur, sum vit kunnu taka ímóti í trúnni. Tað er tað sama, sum so beinrakið verður sagt í fyrstu greinini í teimum gomlu trúarorðunum: ”Eg trúgvi á Gud faðir, hin alvalda, skapara himins og jarðar.”
Tær vísindaligu frágreiðingarnar eru mangar og fjølbroyttar, og latum okkum taka tær væl upp og leggja tað besta í tær. Tær eru álvarsamar og áhugaverdar royndir til at gita gátuna um upphav og byrjan tilverunnar. Men so skal tað leggjast afturat, at ein og hvør erligur og sannførdur vísindamaður fer at viðganga, at henda gátan er ikki loyst. Ikki loyst enn, siga summir. Fer allarhelst ongantíð at verða gitt, siga aðrir.
Í boðskapinum um Gud sum skapara himins og jarðar verður kunngjørt okkum, at heimurin ikki er komin í av tilvild, men at tað er ein guddómligur vilji, sum undir hesi skapan býr. Bæði í uppruna sínum, og í tí, sum heldur fram, er heimurin bundin at einum mátti, sum er uttanfyri hann sjálvan. Bundin at Gudi og alvaldi hansara.
Hvat var til undan skapanini, vita vit líka so lítið um, sum vit duga at hugsa okkum ævinleikan ella at siga frá, hvar himnarúmdin tekur við og endar. Við boðunum um skapanina verður sagt okkum, at hjá Gudi í upphavi byrjar tilvera okkara. Tað er millum annað tað sama, sum mæta skald okkara, Janus Djurhuus sigur í tiltiknu yrking síni um Móses á Sinai fjalli.
“Tá settist mark ímillum var og er.”
Og vit eru við í tí skaparverki, sum nú er. Sjálvt um heimurin er illa farin av óndum maktum, er hann í sjálvum sær góður, júst av tí, at hann er guddómligur. Tað skuldi givið okkum eina lívsjáttandi hugsan um henda heim, og tað kundi lært okkum at sæð okkum sjálv sum tey, ið eru við í framhaldinum av Guds skaparverki, eru við í tí eisini at verja og varða um skaparverkið.
Eitt nýtt ár er eisini í lívi okkara, eitt “mark ímillum var og er.” Tað, sum var, er farið í Harrans hendur. Tað sum er – og tað, sum koma skal – fara vit undir í áliti á hin alvalda Gud, skapara himins og jarðar.
A.Tórgarð