Skrivað í lívsins bók
”Og eg sá teir deyðu, stórar og smáar, standa framman fyri hásætinum, og bøkur vórðu latnar upp; og onnur bók varð latin upp, og tað er lívsins bók, og hinir deyðu vórðu dømdir eftir tí, sum skrivað var í bókunum, samsvarandi gerningum teirra. Og havið gav frá sær teir deyðu, sum í tí vóru, og deyðin og helheimurin góvu frá sær teir deyðu, sum í teimum vóru, og teir vórðu dømdir ein og hvør samsvarandi gerningum sínum. ”
Opb.20,12-13
”Vakið og biðið, at tit ikki mega falla í freisting! Andin er fúsur, men holdið er veikt.«”
Matt.26,41
Tann tímin kemur, tá ið lívsins Harri skal vekja øll, sum sova í jarðarfangi og í havsins dýpi. Standa tey uppteknað í lívsins bók, verða tey fríkend og ganga inn fyri hásæti Guds og lambsins.
”Hvørji eru hesi, og hvaðani eru tey komin?” spyrja vit og fáa svar, at hetta eru tey, sum komu ígjøgnum ta stóru trongdina og eru reinsað í lambsins blóði.
Tey komu gjøgnum allar vandar til teirra rætta heim, staðin í erva, við kraft hansara, sum tey trúðu á og tilbóðu. ”Vakið og biðið,” hevði hann sagt, – men so mong gloymdu hetta boðið.
Tá ið Jesus var føddur, var hann væntaður av mongum jødum. Evangelisturin skrivar um gomlu Onnu, at hon fortaldi um Jesus, teimum í Jerúsalem, sum longdist eftir honum. Men eina tíð aftan á føðing hansara, fortelur Matteus, óttaðist heila Jerúsalem við at hoyra um kongin, sum føddur var.(Matt.2,3) Fólkið var aftur sovnað, og tað óttaðist.
Soleiðis fer tað at ganga, tá ið Jesus kemur aðru ferð, og rópið ljóðar, at hann er nær. Tey, sum tá vaka og biðja, eru tilreiðar at taka ímóti honum. Teirra nøvn standa uppskrivað í lívsins bók.