Snapchat og Jesus

Skrivað: Suffía Nón

Snapchat er ein stuttlig app, ið verður nógv brúkt. Snapchat er ein festligur háttur at samskifta við. Tú kanst senda myndir, video og tekst til vinir, ið sjálvandi eisini skulu vera á Snapchat fyri at kunna móttaka boðini – ella snappið, ið tað eisini verður kallað. Tá ið eitt snap er sent og síðan móttikið, kann móttakarin einans síggja snappið í eitt ávíst tíðarskeið; eftir hetta verður snappið automatiskt strikað av forritinum.

Hevur tú nakrantíð hugsað um, at man veruliga kann samanbera Jesus og Snapchat? Nú meini eg ikki við, at Jesus er sum ein app, ella at Jesus er ein stuttligur háttur, ið man kann brúka at samskifta við. Nei, tá ið eg sigi soleiðis, hugsi eg um funktiónina, ið ger, at snappið automatiskt verður strikað. Snappið verður strikað í ævir, og man kann ongantíð síggja ella finna tað aftur. Henda funktiónin minnir meg á tað, sum Jesus gjørdi fyri okkum á krossinum. Okkara syndir vórðu strikaðar á krossinum, og eingin kann nakrantíð finna ella síggja tær aftur.

Jesus kann strika syndir. Biður tú Gud um fyrigeving, verða tínar syndir automatiskt strikaðar í allar ævir. Júst sum snappið í Snapchat. Tú kanst ikki síggja snappið, eftir at tað er strikað. Og tú kanst heldur ikki síggja, ella finna, tínar syndir, eftir at tú hevur biðið Gud um fyrigeving. Tær eru burtur í allar ævir.

So næstu ferð tú sendir, ella fært eitt snapp, lat tað verða ein áminning um, hvussu Jesus reinsaði teg og strikaði allar tínar syndir á krosssinum í allar ævir.

“So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. Tí at lóg lívsins anda hevur í Kristi Jesusi gjørt meg frían frá lóg syndarinnar og deyðans”. (Róm 8,1-2). 

Suffía Nón, Fuglafjørður