So tann, sum trýr, skal lív frá honum fá

Skrivað: Ann Thomsen

“Kristus Jesus er tann, sum deyður er, og meira enn tað, er risin upp frá deyðum, hann sum er við høgru hond Guds, hann sum eisini gongur í forbøn fyri okkum” (Róm 8,34b).

Niðurlagið í einum sangi í missiónssangbókini (nr. 330) umrøður hetta versið:

Hann livir, ja, hann livir, kann aldri doyggja meir,

og fyri mær hann biður til Gud í himlinum.

Ein náðikelda rein og klár hans krossi vellir frá,

so tann, sum trýr, skal lív frá honum fá.

Hevur tú sæð, hvussu ómetaliga nógv Jesus hevur gjørt og ger fyri teg?

Hann bleiv menniskja við tí endamáli at doyggja á Golgata krossi fyri tínar syndir. Gud gjørdist menniskja og livdi eitt lív her á jørðini millum okkum syndigu menniskju. Syndafríur tók hann allar heimsins syndir á seg. Jesus sigraði á tí ónda og reis upp aftur triðja dagin. Nú er hann heima hjá Gudi, har hann eisini gongur í forbøn fyri okkum.

Hetta er so stórt, at tað er torført at skilja, at okkara frelsari biður fyri okkum. Tað vísir okkum, hvussu nógv Jesus elskar okkum og hvussu nógv hann vil, at vit koma ígjøgnum okkara foldarlív við eini livandi trúgv á Gud. Jesus veit, hvat tað er at vera menniskja. Jesus veit, hvussu syndin og avbjóðingar við henni kunnu draga okkum burtur frá Gudi. Hvønn dag, ella fleiri ferðir um dagin, mugu vit koma til Guds og biðja um fyrigeving fyri okkara synd. Har er altíð fyrigeving at fáa, tí Jesus hevur gjørt alt fyri okkum.

Ein náðikelda rein og klár hans krossi vellir frá,

so tann, sum trýr, skal lív frá honum fá.

“Tí kann Jesus eisini fullkomuliga frelsa tey, sum við honum koma til Guds, við tað at hann altíð livir til at ganga í forbøn fyri teimum” (Hebr 7,25).

Bøn: Takk Jesus, at tú biður fyri mær.