Søgulig “jólaandakt”

”Villist ikki! Guð letur seg ikki spotta; tí at tað, sum maður sáar, tað skal hann eisini heysta. ”
Gal.6,7

 

Í Italia, í einum býi, sum eitur Messina, høvdu tey fyrst í 20. øld eitt tíðarrit, sum nevndist “Telefono”, sum í heilum spottaði kristnu trúnna.

Í árinum 1908 skrivaðu tey hesa lítlu “jólahugleiðing”: “Á, tú lítla Jesusbarn, sum ikki kann vera nøgdur við at vera menniskja, men eisini vilt vera Gud. Latið okkum fyri krossins skuld fáa at hoyra tína rødd. Vís teg fyri okkum, sum nú liva. Send okkum ein lítlan jarðskjálvta!”

 

Í Aschehougs leksikon 5. útgáva, bind 13, síðu 447, lesa vit, at hesin býurin varð javnaður við jørðina av einum jarðskjálvta og einari flóðaldu – mitt um jólini, tann 28. des. 1908. Av teimum 120 túsund íbúgvunum í býnum doyðu 84 túsund.

 

Vit kenna ikki andaligu støðuna í býnum, men “jólahugleiðingin” gevur okkum eina vissa ábending, og søguliga sannroyndin gevur eisini okkum okkurt at hugsa um.

“Tro & Fakta” Effie Campbell umsetti.