Standið ímóti sniðlopum djevulsins

Skrivað: Rannvá Langgaard

Í brævi Paulusar til Efesus, kapittul 6, vers 10-19, verða vit mint á at standa ímóti sniðlopum djevulsins, og hvussu vit kunnu gera tað.

Sí hesi punkt:

  • Verið sterk í Harranum og í stóra mátti hansara.
  • Latið tykkum í øll herklæði Guds, so at tit kunnu vera ment at standa ímóti álopum Djevulsins.
  • Vit stríðast ikki ímóti fíggindum av holdi og blóði, men ímóti valdunum og mynduleikunum, sum ráða í hesum heimsins myrkri, og ímóti óndskaparins veldi í himmalsku rúmdunum.
  • Farið í øll herklæði Guds, so tit eru før fyri at veita mótstøðu hin ónda dagin, tá ið tit verða álopin, og verða standandi, tá ið alt er vunnið.
  • Standið tá fast.
  • Spennið sannleikan sum eitt belti um miðju tykkara.
  • Havið rættan atburð, sum er brynja tykkara.
  • Skøðið tykkum í viljan til at boða gleðiboðskapin um frið.
  • Havið fram um alt trúarskjøldurin á lofti, so at tit kunnu vera ment at sløkkja allar gløðandi pílar frá hinum illa.
  • Havið frelsuna sum hjálm.
  • Havið Guds orð sum Heilaga Andans svørð.
  • Biðið altíð til Guds eftir leiðslu Heilaga Andans, um tað so er forbøn ella bøn um hjálp.
  • Verið úthaldandi og vakin, tá ið tit biðja fyri øllum teimum, sum hoyra Kristi til.

Má Jesus hjálpa mær og okkum øllum at standa í móti illamanni og æra Gud í øllum viðurskiftum.

“Friður veri við tykkum og kærleiki við trúgv frá Gudi, pápa okkara, og Harranum Jesu Kristi!  Náðin veri við øllum, sum elska Harra okkara, Jesus Krist, við ævigum kærleika” (úr Nýggja Sáttmálanum, Ef 6,23-24).