Stoltleiki ella eyðmýkt?
“Tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt, og tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt” (Luk 14,11).
Tá vit hyggja eftir okkara lívi, liva vit so í stoltleika ella liva vit í eyðmýkt? Í skrivandi stund eri eg á bíbliuskúla, og áðrenn eg kom her, hugsaði eg álvaratos ikki so nógv um hetta, og hvønn týdning tað hevði. Vit øll hava hoyrt hetta versið ofta, og tó at stoltleiki og eyðmýkt ikki beinleiðis verða nevnd, so er tað jú tað, sum versið í roynd og veru snýr seg um.
At liva ella ganga í stoltleika, er at halda, at ein er nóg góður í sær sjálvum og ikki hevur brúk fyri Gudi. Men tað kann eisini til dømis vera at gera góðar gerðir í meinigheitini, men gera tað fyri at vit skulu kenna okkum væl, ella fyri at onnur fólk skulu síggja okkum sum góð kristin. Djevulin brúkar stoltleika til at draga okkum frá Gudi, soleiðis at vit hugsa meir um okkum sjálv enn Gud. Tí er tað so týdningarmikið, at vit eru vitandi um hetta.
Eyðmýkt, sum er tað øvuta av stoltleika, dregur okkum harafturímóti nærri Gudi. Tað einasta, sum kann vinna á stoltleikanum, er eyðmýkt. Um vit ikki vilja sleppa stoltleikanum, fara vit heldur ikki at uppliva tað vælsignaða lívið, sum Gud hevur ætlað okkum. Hetta er meira álvarsamt, enn vit halda. Vit vita ikki, hvussu nógv djevulin brúkar stoltleika sum vápn. Hann setur spurnartekin við, hví vit hava brúk fyri Gudi, vit klára hetta væl sjálv.
Nei, tá vit eru eyðmjúk og síggja, at vit ikki klára tað sjálv, men hava brúk fyri Gudi, tá skal hann so sanniliga vælsigna okkum.
“Eyðmýkið tykkum tí undir Guds veldigu hond, fyri at hann á sínum tíma má upphevja tykkum” (1 Pæt 5,6).