Stúrið ikki
”Tú gjørdi rúmligt fyri fetum mínum, ikki eg skinklaði í øklum. ”
2.Sám.22,37
Kenda amerikanska kvinnan Joni Eareckson sigur einastaðni frá eini hending úr barnaárunum. Eg, systkini og foreldrini skuldu einaferð halda frí í fjøllunum Rocky Mountains.
Tá ið vit fóru um markið millum Nebraska og Colorado, hugdi eg væntin vestureftir, og eftir ikki alt ov langari tíð risu fjøllini upp úr tí slætta landslagnum sum stóri ræðandi skansar.
Vit høvdu ein gamlan vánaligan bil, og eg stúrdi fyri, at vit aldri fóru at koma niðan undir hesar høgu tindarnar, sum vit nú sóu langt burturi. Vegurin ringdi seg stundum suðurá og stundum norðurá, meðan vit ota okkum longri og longri vestur, og motorurin venaði seg øgiligt. Mundu vit fara at kunna fullføra ferðina? Og um vit náddu heilt niðaná, og motorurin so ikki orkaði meira!
Men eg gjørdist stórliga ovfarin, tí tá ið vit endiliga komu niðaná, sóu vit inn yvir eitt ómetaliga vítt hálende. So langt eygað rakk, vóru stórar grasfløtur at hóma, smáir bóndagarðar, og neyt lógu á biti. Vit koyrdu vestur um teir ógvusligu, ræðandi tindarnar og hildu frí á hesum vakra hálendinum teir dagarnar, sum eftir vóru av frítíðini.
Soleiðis er kristinlívið. Roynslur okkara eru sum høgar, hóttandi forðingar á leið okkara. Vit síggja vandamikla vegin, sum ringir seg niðan gjøgnum brattlendið og ímynda okkum, hvat hendir, um vit fara útav! Stúrin hugsa vit um, hvat fer at henda, tá ið vit koma niðaná og skulu oman aftur, tí tað man ikki vera minni vandamikið. Men tá ið vit so av Guds náði koma heilt niðaná, síggja vit, at longu er vunnið á forðingunum, og vit eru komin ”upp á hægri grund”. Hesa roynd vil skriftorðið omanfyri eisini vísa okkum á.
Hópa roynslur seg upp framman fyri tær. Miss ikki mótið! Hetta er ikki so ringt, sum tú heldur. Harrin vil leiða fet tíni, og tú fert ikki at detta oman hinumegin. Lív títt fer at halda fram har uppi.
Harri, lat meg í dag uppliva, hvussu tú gert rúmligt fyri fetum mínum og styrkir øklar mínar. Um eg gerist óttafullur, so sýn mær tann vakurleika, sum bíðar mær har uppi.