Tá ið ævinleikin steig inn í tíðina

”Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! ” Luk. 2,10-11
Luk.2,10-16

 

 

Eitt kvøld í árinum møtist so at siga allur heimurin at minnast heilagu náttina, tá ið Ævinleikin steig inn í Tíðina – og møtið var í einum fjósi – í einari lítlari bygd – millum tað vanliga fólkið. Og hvørji jól er enn møguleiki at merkja nakað av Ævinleikans nærleika.

 

Ein jólaaftan, tey árini ið eg arbeiddi á skúlanum, fór ein av starvsfeløgum mínum við konu og tveimum dreingjum í kirkju. Men á heimleiðini fór bilurin at mala í klingur á tí íslagda vegnum, og hann bóltaði runt sum ein karrusell, til hann legði seg róliga eftir longdini í eina kavafonn. Ein djúp kvirra valdaði, nógvir tankar fóru gjøgnum hugan á ferðafólkunum. Men so breyt yngsti sonurin tøgnina og spurdi: ”Pápi, eru vit í himli nú?”

 

Hann mundi ivaleyst hava kent seg í forgarðinum, táa ið hann sat í kirkjuni, og bar nú hesa kensluna við sær. Tí jólini hava við himmalin at gera. Tey fyrstu jólini kom himmalin her niður til jarðar – og her niðri fáa vit, sum bara eru gestir á hesi jørð, innbjóðing til tann himmalin, sum Hann tá fór frá og læt upp fyri okkum. – ”… tykkum er í dag ein frelsari føddur, …” Hesi orðini eru av einglamunni, tí als ikki alt í jólaboðskapinum er so fátæksligt.

 

Tá ið vit skulu siga sum er, so er jólagleðin komin í hæddina hjá teim flestu eftir dunnuna og reyðkálið, og hon følnar millum jólapappírið, sum fjaldi so nógv av tí nú loysta spenninginum. Eitt slíkt spenningsfall fara vit altíð at uppliva, so leingi vit bara taka ímóti gleðini og ikki teirra Frelsara. Tí til sjeynda og síðst er tað soleiðis, at bara jólanna Frelsari er jólanna Gleði. Og henda gleðin er undurfull. Vit mugu boða frá henni og luta hana við onnur. Hirðarnir vóru teir fyrstu, sum gjørdu tað – nú eru tað vit, sum eiga tørn.

 

Vit her í Norðurlondum hava í dag eina Guds-ríkis-fyrisiting, har vit senda nógvar túsund trúboðarar út um alla klótuna. Teir eru sendiharrar hjá tí stóru jólagleðini á heimsstigi – sett út í verk, av tí at tey seta sítt lív í veð, og vit, Guds vinir, lata milliónirnar. Men vit hava teir eisini her heima. William Booth helt eini jól heima. Friðleysur reikaði hann aftur og fram og segði: – Never again. – ongantíð aftur. – Restina av lívinum vóru tey øll í fátækrabýlingunum og spreiddu gleði. Tað er ikki bara Frelsunarherurin, sum ofrar seg so, men hesir gleðinnar trubadurar hava lært okkum meiri um gleði, sann jólagleði, enn vit gruna.

 

Vit kunnu øll geva gleði. Serliga hugsi eg um tey elstu í ætt okkara. Í mong ár hildu vit jól við okkara gomlu. Og kona mín var so avgjørt tann, sum átti tey betru gleðiskapandi evni av okkum báðum. Í dag fái eg ikki gjørt nakað meira við tað. Teirra seinastu jól komu. Gleðinnar skyldur hvíla serliga yvir teimum av fólki okkara, sum eru í besta aldri.

 

Men skyldan fevnir eisini um børnini. Tað kemur skjótt skar í gleðina. Lítið skal til at sløkkja hana. Í mínum barnaárum kom ofta ein fastir til okkara nakrar tímar jólaaftan at ganga runt um jólatræið. Men eini jól var eg súrur, og eg fekk systrar mínar at streika, tá ið vit skuldu syngja. Tað virkaði 100%, og eingin noyddi okkum. Men hetta gjørdust eini kvirr jól. Men skaðafrøi er nú einaferð ikki jólafrøi. Vit máttu verða nøgd við skaðafrøi tey jólini. Tað var eitt vánaligt býti. Nú eri eg yvir 70 ár: men eg minnist enn, hvussu ljótur eg var, og angri …

 

Tað er gott at steðga við krubbuna einaferð um árið. Á hesar signaðu hendur úr Ævinleikanum – tær nema hjørtu okkara so undurfult. Og kortini eru tær fyri einki at rokna móti teimum útrættu hondunum á krossinum og teimum lívssælu orðunum: Tað er fullgjørt. – Men tað eru tær somu hendurnar, tí barnið í krubbuni er sigurharrin á krossinum, sum kom niður her eina jólanátt og læt himmalportrið upp fyri øllum í sólarrenningini ein páskamorgun.

Hetta er jólanna veruliga gáva!
Arne Prøis, Prestur, Oslo. E.Campbell umsetti