Tá ið hjartað brennur

”Eg veit um gerningar tínar, at tú ert hvørki kaldur ella heitur! Gævi, tú vart kaldur ella heitur! ”
Op.3,15

 

Einar Prip, prestur, sat ein dagin og tosaði við ein fátækan og mótleysan prest úr teirri gomlu sýrisku kirkjuni.

 

”Nei, tað verður ikki øðrvísi,” segði presturin, ”kirkjufólkið her nyttar einki. Nú havi eg í trý ár prædikað fyri teimum. Tíðliga og seint hoyra tey Guds orð, at tey skulu ikki banna, lúgva og stjala, og alt er enn við sama lag.”

 

”Ja, men góðasti tú, tað er bara eitt, ið manglar,” segði Einar Prip.

 

”Hvat er tað?”

 

Prip tók tveir steinar upp úr túninum. ”Hugsa tær, at hesir steinar eru trækol. Tá ið kolamolarnir liggja hvør fyri seg, kemur so eldur í teir?”

 

”Nei.”

 

”Men um annar kolamolin var gløðandi, og tú legði hann saman við hinum, hvat hendi so?”

 

”So kom eldur í hann eisini!”

 

”Ja, og tí sigi eg við teg, at soleiðis kanst tú ikki bara í trý, men í 100 ár halda á at prædika, deila inn á kirkjufólkið og halda Guds boð fram fyri tey, og tey verða kortini verandi deyð og køld. Nei, lat eld koma í teg fyrst, so hjarta títt brennur av Jesu kærleika til sálirnar, so fert tú at síggja, at kirkjufólkið alt skjótt stendur í ljósum loga.”

Effie Campbell umsetti