Tá vit kulka Guds Orð í okkum
”At BÆLLE i sig”. Á føroyskum at KULKA í seg. Eg sat ein dagin og las eitt andaktstykki frá Joni Ericson Tada, har varð hetta orðið brúkt. Eg havi hugsað um hetta síðani og eisini gjørt brúk av tí. Hon brúkti hetta í samband við Guds orð, og tá ein ella onnur freisting er stór og tá ótti, ivi ella annað fyllir nógv hjá okkum. So kunnu vit kulka í okkum av Guðs Orði. Tá vit gera tað, so skulu vit kenna, at tostin verður sløktur – freisting, ótti og ivi minka burtur og fáa ikki pláss í okkum meira.
Jesus ynskir bara at geva okkum alt gott – kærleika, gleði, frið, vón og vit kundu blivi við. Lat okkum fylla okkum við øllum hesum góða við at lesa í Bíbliuni, biðja til Jesus, lurta eftir kristnum tónleiki, hyggja eftir kristnum filmum, verða saman við øðrum trúgvandi.
“Fyll meg, Harri, meg fyll”.
”Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Gud!” (Sl 42:2)