Tað einasta, eg ynski mær til jóla

”Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi. ”
1.Jóh.1,9

Um vit viðganga, at vit hava syndað, kunnu vit koma til Frelsara okkara og fáa fyrigevingar-gávuna.

C.S.Lewis skrivaði: ”At fáa fyrigeving frá Jesusi er sum at fáa handað eitt videoband við øllum lívi tínum á, har alt er strikað út, slettað av bandinum. Ótrúliga undurfult! Síðani koma vit inn í eitt persónligt samband við Hann og fáa til gávu Anda hansara.”

Tað er ein verulig jólagáva. Men sum við øllum øðrum jólagávum, mugu vit vera villig at taka ímóti henni og lata hana upp.

Vilt tú geva Honum hjarta títt hesi jólini? Vilt tú eins og teir tríggir vísu menninir:
* bera myrru – syndir tínar verða lagdar aftan bak
* bera roykilsi – við tað at tú kemur inn í eitt persónligt álitissamband við Hann
* bera gull – við tað, at tú gevur Honum tað besta, tú hevur. Teg sjálvan.

Um tú ynskir at taka ímóti Honum, bið so hesa bøn:
Takk Jesus, av tí at tú fórt úr Himli og kom til okkara verð sum eitt lítið barn. Takk fyri alt tað, sum tú fegin vilt geva mær í hesum lívi. Takk, av tí at tú doyði fyri syndir mínar. Eg veit, at eg eri ein syndari, og eg eri ómetaliga ólukkuligur um tað. Fyrigev mær, Harri. Kom við Anda tínum inn í lív mítt. Hjálp mær frá hesi løtu at vísa, at eg hoyri tær til og vil fylgja tær. Amen.
E.Campbell umsetti