Tað er aldrin ov seint
”Á sama hátt spottaðu eisini ránsmenninir hann, sum vóru krossfestir saman við honum” (Matteus 27,38).
”Vit fáa tað afturlønt, sum vit hava gjørt; men hesin hevur einki ósámiligt gjørt.” Og hann segði: ”Jesus, minst tú til mín, tá ið tú kemur í ríki títt!” Og hann segði við hann: ”Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!” (Lukas 23,41-43)
Vit hava júst lisið tvey heilt fantastisk brot. Hví, spyr onkur. Jú, tí her síggja vit, at tað aldrin er ov seint hjá nøkrum at koma til frelsu.
Hjá Matteusi lesa vit, at meðan Jesus hekk á krossinum, aftaná at verða niðurbardur, verður hann hildin fyri háð og spott. Ikki einans av hermonnun og prestum, men eisini av báðum ránsmonnunum, ið hanga við Jesusar lið. Men har hendur okkurt í tí eina ránsmanninum. Hann verður broyttur, hann sær, hvør Jesus er, at hann er sonur Guds. Vit lesa hjá Lukasi, at hann bønar Jesus um at minnast til sín. Og Jesus, sum hongur har, máttleysur, negldur til ein kross, sigur hesi fantastisku orð ”Sanniliga sigi eg tær, í dag skalt tú vera við mær í páradís!”
Tað er aldrin ov seint at koma til Jesus, líka mikið hvussu ofta tú hevur avnoktað hann. Hann stendur við víðopnum ørmum í dag, eins og hann hekk við víðopnum ørmum á krossinum.