Tað er rætt at søkja Guds ríki fyrst.

“Men søkið fyrst Guðs ríki og rættvísi hansara, so skal alt hetta verða
tykkum givið umframt.”
Matt.6,33

 

Tað er rætt at taka til sín av Guds orði hvønn einasta dag. Tað er rætt at
søkja Gud í bøn til allar tíðir Tað er rætt at halda fast í felagsskapinum við
øll tey trúgvandi og ikki halda seg burtur, tá ið meinigheitin savnast. Tað er
rætt at geva tíggjund og heilagar gávur inn í Guds ríki av tí, sum vit eiga at
umsita. Tað er rætt at fara til altars og minnast tað mest týðandi í trúgv
okkara. Tað er rætt at liva í fyrigevingini og at fyrigeva øðrum, líka sum
vit sjálv hava fingið fyrigeving. Tað er rætt at geva evangeliið um Jesus
víðari til øll menniskju í okkara verð, og tað er rætt at senda onnur út, sum
leggja doyðin á at gera tað.
Tað eru mong ymisk ting, sum eru týdningarmikil at halda fast í, uttan
mun til tíðirnar vit liva í. Á tann hátt verður trúgvin førd frá einum
ættarliði til annað og vil halda á at gera tað, sjálvt um tíðirnar skifta og
broytingar fara fram, sum kunna upplivast krevjandi og avbjóðandi. Móses
helt á, eins og sá hann hin ósjónliga (Hebr. 11,27) Vit verða eggjað at
hava okkara eygu fest á Jesus, trúarinnar upphavsmann og fullkomnara
(Hebr. 12,2), og gjøgnum alt hetta kann trúgvin ikki tærast og hvørva, men
hon verður góðskað og endurnýggjað, styrkt og uppbygd.
Effie Campbell umsetti.