Tað gróðursetta orðið

”Leggið tí av allan óreinskap og allar leivdir av illskapi, og takið við spaklyndi móti orðinum, sum er gróðursett í tykkum og sum er ført fyri at frelsa sálir tykkara! ”
Ják.1,21

 

Tað ræður um at hoyra og lesa Guds Orð soleiðis, at Orðið verður gróðursett í hjartanum. Har inni skal Orðsins træ hava loyvi at standa og bera frukt fyri Gudi. At lata Orðið fáa ræði á sinninum og tonkunum, so at tey heilt verða vegleidd og rættleidd av Orðinum, tað er tað, vit kalla fyri umvending.

Royn nú, um tú í dag kanst lata Guds Orð fáa loyvi at festa røtur inni í tær – tak tað við út í gerandisdagin, og tá ið tú stendur har úti og møtir teimum mongu smærri og størri trupulleikunum og skalt taka støðu til hetta og hatta, lat so hitt gróðursetta Orðið vegleiða teg at gera hitt rætta.

Hann, sum av sonnum letur Orðið gróðurseta í hjartanum, fer at bera vakrar fruktir, tað svitast ikki – tað vil siga, tað er ikki hann sjálvur, sum ber hesar fruktirnar; men tað er hitt gróðursetta Orðið, sum ger tað. So verður alt sjálvrós útistongt, og eftir verður bara ein lovprísan av tí livandi Guds Orðinum, sum skapar tað, ið tað nevnir.
Ejnar Fledelius, prestur. Ec umsetti