Tað, ið stýrir okkum, er Gud okkara

Skrivað: Jákup E. Petersen

“Eg, Nebukadnezar, sat ekkaleysur í húsi mínum og í øllum góðum í kongshøll míni. Tá droymdi meg dreym, ið ræddi meg, og hugsanirnar og sjónirnar, ið bórust mær fyri á legu míni, skelkaðu meg” (Dán 4, 4-5)

Tað, ið stýrir okkum, er Gud okkara. Tann, ið søkir vald, verður stýrdur av valdi. Tann, ið søkir viðurkenning, verður stýrdur av teimum menniskjum, hann ella hon ynskir viðurkenningina frá. Vit stýra ikki okkum sjálvum, men verða stýrd av tí, sum er Gud í okkara lívi.

Fyri Nebukadnezar var tað vald og tign. Hann ærdi og dyrkaði ikki Gud, sum hevði givið honum hetta vald, men dyrkaði ístaðin valdið. Hann sat uttan ótta í síni borg, tá ið hann ein dagin gjørdist bangin av einum dreymi.

Hvussu tryggur er man, tá ið man gerst bangin av einum dreymi?

Fyri Nebukadnezar gav hansara ovurstóra vald honum frið og framgongd. Eingin kundi røra hann, og hann kundi fáa sær júst tað, hann vildi.

Hann minnir tískil nógv um okkum, ið búgva í kanska heimsins mest friðarliga og trygga landi.

Men eru vit fullkomiliga nøgd og trygg?

Fyri at síggja hetta, kunnu vit hyggja at okkara marrum. Marrudreymurin avdúkaði, hvat var Gud í lívinum hjá Nebukadnezar. Tað var vald og heiður. Inntil hann misti alt. Tað stendur, at hann varð útrikin, át gras og at hárið og neglurnar vuksu vilt og hann livdi sum eitt við náttúruna.

Gud eyðmýkti hann. Hetta sá Nebukadnezar og segði: “Tá prísaði eg og lovaði hinum hægsta og tignaði hann, sum livir ævinliga, og hvørs vald er ævigt vald, og hvørs ríki varir ætt eftir ætt. Síðan fekk eg alt í einum vitið aftur; og til heiðurs fyri ríki mítt lutaðist mær aftur tign og dýrd; ráðharrar mínir og stórmenn leitaðu til mín; eg varð aftur skipaður yvir ríki mínum, og mær varð givið enn størri vald enn áður” (v. 34 og 36).

Vit hava øll meira ella minni vald. Tá ið vit síggja, at Gud er høgt hevjaður yvir øllum, kunnu vit setast í frælsi frá at skula hava vald, í frælsi til at tæna við tí valdi, okkum er tilmált.