Takið ímóti signingini

Sjónvarps-pastorurin Egil Svartdahl undirvísti á summarstevnuni 2022.

Aronittiska signingin stendur í 4. Mós. 6,24–26: „Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið!“

Henda signingin er fyri øll og kann brúkast aðrastaðni enn í gudstænastuni. Egil segði, at hann brúkti hana heima. Áðrenn tey fimm børnini fóru frá húsum á morgni, rættu tey høvdið fram, so at pápin skuldi signa tey henda komandi dagin.

Tað eru so mong, sum stúra fyri degnum, so mong, sum ivast í, um tey orka at koma upp úr songini. Fyri trimum árum síðani byrjaðu vit tí „Plussorð“ á Instagram og Facebook. Nú tann 23. juli 2022 hava vit gjørt tað í 1.000 dagar á rað. Vit hava 60.000 fastar fylgjarar, nærum 20 mill. vitja síðuna, og 150.000 deila. Hvønn dag lýsa vit signingina. Hvønn dag tekna vit eitt stórt smílandi fjes (smiley) á himmalin, so at tey skulu vita, at „andlit Harrans lýsir yvir meg eisini henda dagin“. Tá kemur andlitið nær, og tað verður persónligt.

Tú sást ikki Gud, tá ið tú vart í onkrari serligari støðu. Men so gingu nøkur ár. So hugsaði tú: „Tú vart har, Gud! Eg sá teg ikki tá, men eg síggi og skilji tað nú. Tú vart har!“

Ein dagin ringdi Fredrik, ein av sonum mínum, úr einari kaffistovu í Oslo. Hann hevði frí. Eg hugsaði: „Hvat vil hann nú hava?“ So sigur hann: „Eg vil bara so fegin hoyra rødd tína, pápi.“ Tá fekk eg tár í eyguni.

Bønarlívið hjá summum er bara at biðja um eina gávu ella eina tænastu. Men tá er bønarlívið ov smalt! Viðhvørt skuldu vit bara sagt: „Eg vil bara vera í nánd av tær. Eg havi ikki brúk fyri nøkrum. Tær nýtist ikki at siga nakað. Eg vil bara sita her. Eg søki teg fyri tína egnu skyld.“

Í Gamla Testamenti bar ikki til at síggja Gud andlit til andlits. Men so ein dagin sluppu vit at síggja hann. Orðið varð hold, og Gud kom til okkara gjøgnum Jesus sum Immanuel; tað merkir: Gud við okkum. (Jóh. 1,14 og Matt. 1,23). Brádliga sluppu vit at síggja andlit hansara. Um tú ivast í, um Gud er nær, so skalt tú hyggja at Jesusi Kristi í krubbuni í Betlehem. Tá veitst tú, at hann heldur tað, hann hevur lovað.
Effie Campbell umsetti