Talið um øll undur hansara

”Fyri honum syngið! Fyri honum leikið! Um undurverk øll hans mælið! ”
Sálm. 105,2

 

Vit verða ámint um at tala um øll tey undur, ið Gud ger í dag. Tá ið fólk hoyra um sterk bønasvar, tá síggja tey, at Jesus er sera nær. Hann er ikki ein Frelsari, sum er staddur langt burturfrá, og at trúgvin á Jesus er ikki ein teori, men eitt samband við Lívsins Harra, okkara elskaða Frelsara.

Tað eru tvey sløg av umvending:
1. Sólarris. Tað eru tey, sum frá barni av hava fingið søguna um Jesus plantað inn í hjarta sítt. Hjá teimum veksur trúgvin so líðandi, so við og við.

2. Jarðskjálvti. Hetta eru tey, sum hava livað eitt hart lív úti í verðini, men so verða tey vakt. Tey sóu, hvussu tómt og innihaldsleyst tað lívið var, og tí vendu tey um, og tað hendi, sum ein jarðskjálvti. Effie Campbell.