Táliðintíð frelsir ongan

”men tað, sum heimurin heldur dárskap, valdi Guð sær út fyri at gera hinar vísu til skammar; og tað, sum heimurin heldur veikt, valdi Guð sær út fyri at gera hinar sterku til skammar; ”
1.Kor.1,27

 

 

Eg havi hoyrt um ein mann, sum æt Nylin og var úr Närkeskil. Hann var ein einfaldur maður. Onkur helt hann vera ov ólærdan og mælti honum til at fara á ein bíbliuskúla.

 

Sum sagt, so gjørt. Hann skrivaði seg inn og byrjaði lesturin; men tá ið hann rendi seg inn í slíkt løgið sum ”plus-kvam-perfektum”, hevði tunga hansara trupulleikar at siga hetta orðið, og tað var torført hjá heilanum at fylgja við, hvussu fegin hann so vildi. Eftir nógvar miseydnaðar royndir hevði hann at enda tikið sína avgerð. Hann segði:

 

”Nei! Pluskvamperfektum (hetta er eitt orð úr mállæruni og merkir táliðintíð) frelsir ongan! Nú fari eg út aftur í Harrans arbeiði.”

 

Hann vann fleiri sálir og førdi fleiri syndarar til Harran Jesus, enn teir bestu næmingarnir, sum komu úr bíbliuskúlanum. Mundi Harrin gera hetta ”fyri at gera tey vísu til skammar?”
E.Campbell umsetti