Tann eini kjansurin
Tá ið vit, við áræði, taka eina kanska heldur djarva avgerð, brúka vit ofta orðafellið: “Vit liva bara einaferð” og síðani leypa út í tað og vóna tað besta.
Men fyri summi menniskju kann hetta orðafelli verða ein lívsáskoðan, ið fær tey til at liva ytst á eggjuni. Tvs. at tey royna at liva sítt lív so hendingarríkt sum gjørligt. Tey fara til dømis telttúrar í tí vandamiklu frumskógini í Bolivia, klíva í fjøllunum í Himalaya, paraglida í Peru ella íðka ekstreman ítrótt og so framvegis.
Fyri onnur merkir hetta, at tey mugu liva so trygt sum gjørligt. Tey til dømis súkkla altíð við hjálmi, minnast altíð til at spenna trygdarbeltið, leypa rusjibanan um og ganga ongantíð undir ein stiga osfv.
Lívsáskoðanin, “Vit liva bara einaferð”, kann eisini ávirka summi, hvussu nógv tey vilja bjóða sær sjálvum í einum parlagi. Verður parlagið ov krevjandi og strævið, byrja hesi kanska at umhugsa, um tey ikki kunnu fáa meira burturúr lívinum saman við einum øðrum maka.
– Jú tað kann ávirka í so mongum førum.
Men sjálvandi er tað umráðandi, at vit eru tilvitaði um, at vit eru deyðilig. Men orsøkin til, at vit skulu verða tilvitað um hetta, er tó ikki tí, at vit skulu fáa so nógv sum gjørligt burturúr lívinum her á fold. Nei, hetta, at vit eru deyðilig, skal minna okkum á, hví vit í roynd og veru eru deyðilig. Vit eru deyðilig, tí at menniskjan av fyrstan tíð gjørdi uppreistur móti Gudi. Við uppreistinum kom syndin, og við syndini, deyðin.
Tá ið vit doyggja, steðga vit tó ikki at eksistera. Nei, deyðin er bara ein lívfrøðilig niðurbróting av okkara likami. Okkara andi livir víðari í allar ævir. Men vit mugu tó minnast til, at tá ið vit doyggja, skulu vit standa til dóms frammanfyri Gudi – tá verður endaliga gjørt upp, hvussu okkara ævinleiki skal verða. Um vit venda okkum til Guds, fer hann at møta okkum við náði á dómadegnum. Men, um vit halda áfram at liva í uppreistri móti Gud, skulu vit møta hansara vreiði á dómadegnum. At liva undir Guds vreiði í allar ævir, ljóðar eftir mínari meining ikki serliga tespiligt.
“Vit liva bara einaferð”, er ikki heilt sannheit. Tað hevði verið rættari at sagt: “Vit doyggja bara einaferð”. Vit fáa bara tann eina møguleikan – vit skulu standa til dóms bara tí einu ferðina. Eg hugsi ofta um tann eina teknifilmin við Tom og Jerry. Tom droymir, at hann doyr og kemur upp til himmalportrið. Men kettan, ið ansar himmalportrinum vil ikki loyva Tom innum girðingina, tí at hann ikki hevur skikkað sær so væl. Tom fær tó ein eyka kjans og sleppur niðuraftur á jørðina fyri at gera tað gott aftur. – Men, tá ið vit skulu standa til dóms, vendist ikki aftur. Vit fáa tíverri ikki ein eyka kjans at gera tað gott aftur, líka sum Tom fekk.
Tí mega vit ikki brúka alla okkara orku uppá at kroysta tann síðsta dropan av eydnu úr lívinum her á fold. Vit skulu heldur søkja Guds friðskjól, so at vit kunnu møta hansara náði og ikki hansara vreiði, tá ið dómurin skal fella. Gud er ein rættvísur Gud, men hann er sanniliga eisini ein kærleiksfullur Gud, ið veruliga ynskir, at vit skulu søkja hansara friðskjól, so hann ikki noyðist at møta okkum við vreiði, tá ið dómurin skal fella.
Suffía Nón, Fuglafjørður