Tann, sum trýr
”Jesus segði við hana: »Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr; ”
Jóh.11,25
So blómandi og vakurt likam títt er, so fermur og fúsur tú ert – so skal einaferð deyðans kalda hond nema við teg, og hon skal leggja teg stillan, bleikan og kaldan sum gler. Einki menniskja sleppur undan hesi lagnu – tað er syndarinnar løn.
Men Guds orð talar eisini um eina aðra løn, sum okkum menniskjum kann falla í lut. Henda lønin er hin likamliga uppreisnin av deyða, til ævigt lív, tí tann, sum trýr, at Guds einborni sonur, Jesus Kristus, er komin í heimin fyri at taka á seg syndina hjá einum og hvørjum menniskja – hann skal liva, um hann so doyr. Sum vit síggja, er treytin tann, at vit skulu trúgva. Trúgv tín gevur tær rætt til uppreisnina til ævigt lív, og tú skalt aldri um ævir doyggja aftur.
Spurningurin er: trýrt tú hesum? Hetta var sami spurningurin, sum Jesus spurdi Martu, áðrenn hann vakti upp Lazarus, bróður hennara, frá deyðum. Trýrt tú, at Jesus er sonur Guds, sum er komin í heimin fyri at átaka sær tína synd, tá skalt tú rísa upp til eitt ævigt lív í Guds dýrd.
Hin vantrúgvandi skal eisini rísa upp og vera til aftan á likamliga deyðan, men tað verður eingin gleðilig uppreisn, eingin sæla – tað verður ein uppreisn til ein ævigan dóm og deyða, til dóm fyri synd tína ímóti Gudi, sum vantrúgvin forðaði Jesusi í at taka á seg.
Stór verður stundin hjá tí trúgvandi menniskjanum, tá ið tað í deyðans dúri á uppreisnardegnum hoyrir Frelsarans rødd: ”Kom higar! Trúgv tín hevur frelst teg! Kom inn í ríki Faðirs míns!
n.