Tannkrem-húskið
”Og hesin steinur, ið eg havi reist sum steinsúlu, skal vera Guðs hús; og av øllum, ið tú veitir mær, skal eg geva tær tíggjund. ”
1.Mós.28,22
Robert Colgate var bóndi í Onglandi. Hann strevaðist og stríddist við jørðina – kortini kom lítið burturúr. Tí flutti hann við húskinum – eins og mong túsund onnur – yvir til USA, har sonurin, William Colgate, 19 ára gamal, fekk hugskotið at lata upp eitt sápuvirki. Tað miseydnaðist so heilt og fullkomiliga. Men William gavst ikki. Eggjanina at halda á – hóast fíggjarligar smeitir – fekk hann úr Bíbliuni og frá einum kristnum vini.
Fyrsta Mósebók greiðir í 28.kapitli frá um Jákup, sum – tá ið hann fór heimanífrá – gav Gudi eitt lyfti:
”Verður Gud við mær, og varðveitir Hann meg … so skal Harrin vera Gud mín … og av øllum, ið tú veitir mær, skal eg geva tær tíggjund.”
William Colgate gav Gudi sama lyftið. Kristni vinmaður hansara gav honum hesi ráðini: ”Grunda virki títt á erligt arbeiði og fair play – so fer Gud at verða við tær.” William Colgate gjørdi av at geva Gudi tíggjund av øllum tí, hann forvann. Við tí lyftinum í huga byrjaði hann sápuvirkið av nýggjum.
Hann helt lyfti sítt, og virkið blómaði. Tað meir enn blómaði – tað gekk sína sigursferð um allan heim. Vøruúrvalið vaks m.a við tannkremi. William Colgate fór nú at geva Gudi 20% av inntøku síni, seinni vaks hann um gávuna, gav 30% og so uppeftir.
Alt lívið hevði hann livandi áhuga fyri Bíbliuni, at hon varð týdd og breidd út. Hann var ein av oddamonnunum, tá ið Amerikanska Bíbliufelagið varð sett á stovn í 1816.
Stóra familja hansara – hann fekk 11 børn – gekk í fótasporum hansara og vísti stóran áhuga fyri bíbliusøkini og stuðlaði hana dyggiliga við stórum peningagávum.
William Colgate doyði í 1857, men navn hansara er ikki gloymt. Flestu okkara raka við tað, tá ið vit busta tenn.
”Nyt fra Bibelselskabet” E.C umsetti