Teksturin í dag er Matteus 13,31-35

Teksturin í dag er Matteus 13,31-35

Ólavur Jacobsen lesur.

Eitt annað líknilsi setti hann fram fyri teir og segði: «Himmiríkið er líkt einum sinopskorni, sum ein maður tók og sáaði í veltu sína. v32 Tað er væl minni enn øll onnur frækorn; men tá ið tað veksur upp, verður tað størri enn urtirnar og verður eitt træ, so at himmalsins fuglar koma og byggja reiður í greinunum á tí.»Súrdeiggið
v33 Eitt annað líknilsi talaði hann til teirra: «Himmiríkið er líkt einum súrdeiggi, sum ein kona tók og legði í trý mál av mjøli, inntil alt samalt var sýrað.»Profetaorð um líknilsistalu
v34 Hetta alt talaði Jesus til mannamúgvurnar í líknilsum, og uttan líknilsi talaði hann einki til teirra, v35 fyri at tað skuldi ganga út, ið talað var av profetinum, ið sigur: «Eg vil lata munn mín upp í líknilsum, eg vil orðleiða tað, ið fjalt hevur verið frá upphavi veraldarinnar.»