Tey fýra húsini

”Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva; um Harrin ikki staðin varðar, tá til einkis vaktarin vakir. ”
Sl127,1

Tá ið írin Leonard B. Mullan, sum seinni gjørdist trúboðari í Japan, varð giftur, helt Mr. Craig taluna. Hann talaði um tey fýra húsini í Gamla Testamenti.

2. Mós. 12: Tað blóðsmurda húsið. „Blóðið skal vera tykkum tekin á teimum húsum, sum tit eru í, og tá ið eg síggi blóðið, skal eg fara um tykkum“ (t.e. leypa tykkum um).

Jósva 24: Tað halgaða húsið. „Men eg og hús mítt vilja tæna Harranum!“

1. Mós. 18: Tað væl skipaða húsið. Hann greiddi frá Ábrahami, sum sat í tjalddurunum sum húsins harri og Sáru, sum var inni í tjaldinum.

2. Sám. 6: Tað vælsignaða húsið. „Harrin vælsignaði ÓbedEdom og alt hús hansara vegna Guds ørk.“

Og soleiðis er tað. Guds orð sigur: „Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva.“ (Sálm 127,1).

Jesus sjálvur segði frá líknilsinum um hini bæði húsini. Annar maðurin bygdi hús síni á sand, og tá ið regnið kom, skolaði sandurin burtur, og sjálvandi fullu tá húsini. Hin maðurin bygdi hús síni á klett, og regnið var ikki ført fyri at skola klettin burtur. Húsini stóðu trygt og væl.

Hetta er ein mynd upp á lív okkara. Hin vísi byggir síni lívshús á klettin Kristus, og hann skal eiga lívið um aldur og allar ævir uttan mun til, hvat ið hendir her í lívinum, tí, sum ein kinesiskur trúboðari segði: „Her í landinum taka teir lív; men teir kunnu aldri taka LÍVIÐ.“
Effie Campbell umsetti