Tolmóð
”og altíð siga Guði og faðirinum tøkk fyri allar lutir í navni várs harra Jesu Krists, ”
Ef.5,20
”Tó, nú hevur hann møtt meg út, – alt húski mítt hevur tú oytt – hevur nívt meg, og tað er vitni móti mær; sjúkdómur mín vitnar móti mær… Eg livdi í friði, tá breyt hann meg sundur, hann tók meg í nakkan og sorlaði meg; hann setti meg upp sum eitt skotmál, ”
Job 16,7-8 og 12
Hevur tú hoyrt um Jobs tol? Har er tó okkurt, eg ikki rættiliga skilji. Tí Jobsbók er ein long røð av gremjingum. Job var ikki maðurin, sum spaklyntur tók við líðingunum; hann skeldaði Gud út. Sjálvt vinirnir øtaðust um vreiði hansara, og hvussu hann málbar seg yvirfyri Gudi.
Men Gud gerst hvørki firtin ella beiskur í huga. Í staðin letur hann gudrøknu vinirnar hjá Job fara at tosa við hann.
Job var bert ein menniskja. Tol hansara kemur væl og virðiliga til sjóndar, tá ið hann sýtir fyri at banna Gud og doyggja. Men tað var tó Harrin, sum kom við besta døminum um, hvat tað vil siga at vera tolin. Aðrastaðni í Bíbliuni stendur, at Gud brýtur ikki rørið, ið brákað er, og sløkkir ikki rakið, sum rýkur. Gud enntá bar yvir við Job.
Jobs tol? Eg haldi, at vit heldur kunnu tosa um Guds tol. Gud Jobs – Gud tín – verjir tey píndu, gevur teim niðurtyngdu nýtt mót og lurtar eftir gremjanini hjá teimum líðandi.
Kanska gevur hann tær ikki eitt liðugtseymað svar, men hann svarar altíð, altíð spurningum tínum við sínum egna toli.
Miskunnsami, tolmóðigi Gud, eg takki tær, tí tú ert so tolin við mær og øllum børnum tínum, sum altíð hava lyndi at koma við gremjingum. Leið okkum tolin gjøgnum roynslur okkara, til lovsangurin verður føddur á varrum okkara.
Takk Gud fyri royndartíðir,
fyri vón, ið trygg oss ger,
fyri ljós, tá náttin líður,
fyri trúgv, ið frelsu ber!
August Storm Ef.5,20 Edm.í Garði ums.