Trojanskir hestar

 

”Varið tykkum fyri svikaprofetum, ið koma til tykkara í seyðaklæðum, men eru óðir úlvar innan. Av fruktum teirra skulu tit kenna teir. Man nakar henta vínber av tornum ella fikur av tistlum? ”
Matt. 7,15-16

 

Tá ið vit lesa tær gomlu griksku sagnirnar, koma vit eisini fram á hin trojanska hestin. Skaldið Homer greiðir frá, at býurin Troja fall av einum ovurstórum træhesti, sum álopsmenninir høvdu latið staðið eftir uttanfyri múrarnar, tá ið teir eftir øllum at døma góvust við álopinum. Tey forvitnu fólkini í Troja drógu hestin inn í býin uttan at gruna, at hermenninir hjá fíggindanum lógu og goymdu seg inni í tí ovurstóra búkinum, sum var opin innan. Tá ið náttin kom, krupu teir út og settu eld á býin …

Í dag brúka vit ofta hugtakið ”trojanskur hestur” um fimtukollonnur – fíggindar, sum lúra seg inn á økið hjá mótstøðumonnunum. Hvat ið hetta hevur at gera við tey kristnu, ja, tað átti at verið einfalt at skilt: fíggindarnir blanda seg upp í verjudeildirnar og falla í bakið á hermonnunum, tá ið bardagin byrjar.

Hin trojanski hesturin kann eisini koma inn um múrarnar í meinigheitini. Bíblian talar bart út og kallar ávísar gerðir synd. Men í ”okkara mentan” vísa vit slíkt tolsemi mótvegis einstøkum syndum, at vit at enda als ikki síggja tær longur, t.d øvundsjúku. Sleppur hon innum, og hjúkla vit um hana, so varir ikki leingi, til vit ikki síggja øvundsjúkuna sum tað, hon er: ein synd. Kanska broyta vit navnið á henni og kalla hana ”rættvísi”, og so sleppur hon ótálmað at eitra viðurskiftini. Øvundsjúkan er bert eitt dømi av mongum. Allar syndir, sum vit loyva og ikki játta fyri Gudi, eru vandamiklar.

Tí ”trojanskir hestar” eru ein partur av álopsætlanum djevulsins. Tær djevilsku kreftirnar berjast við blóðigum álvara at bróta niður kristna trúgv og siðalæru. Tað er eitt klókt listabragd at fáa sníkt óndskapin innum og síðani falla í bakið á teimum, sum innanfyri eru, so at mótstøðumegin viknar. Hetta er eitt gamalt bragd, sum vit eiga at vænta og lættliga kenna aftur.

Hvussu kunnu vit standa ímóti hesum? Hin heilagi Gud vil, at børn hansara skulu vera heilag. Hann gevur okkum kraft at liva rætt. Vit mugu tala bart út um tað og eggja bæði hinum einstaka og meinigheitini at gera eina roynd: brúka orð Bíbliunnar um rætt og galið sum ein spegil, so hin ávísa syndin verður uppdagað, áðrenn hon etur um seg.

Um vit skulu liva sum kristin, so treingja vit at gera upp við syndina, játta hana og fáa syndanna fyrigeving frá Gudi.
”Krigsropet”. E.Campbell umsetti